Súkklivenjingarlega á Gran Canaria 2027
Súkkluvenjingarlega á Gran Canaria 2027 🚴♀️☀️
Kom við okkum til eina viku við sól, venjing og góðum felagsskapi á Gran Canaria!
Frá 26. januar til 3. februar 2027 endurtaka vit væleydnaða túrin og fara aftur til eina av bestu súkkluooyggjunum í Evropa. Her fáa vit góðar vegir, fjølbroytt landslag, fjøll, sól og góðar venjingarmøguleikar mitt í føroyska vetrinum.
Praktiskt
Ferð: Direkta flogferð frá Føroyum til Gran Canaria við Atlantic Airways
Gisting: Sport Hotel Monte Feliz – powered by Playitas
Matur: Hálv pensjón, tvs. morgunmatur og nátturði
Flutningur: Flutningur til og frá flogvøllinum á Gran Canaria er íroknaður
Prísir
12.000 DKK pr. persón í dupultkamari
Tú deilir kamar við øðrum. Skriva viðmerking í tilmeldingini, um tú hevur ynski um at búgva saman við einum ávísum persóni. Annars velja vit kamarfelag fyri teg.
16.000 DKK pr. persón í einakamari
Einakømur eru avmarkað og skulu bíleggjast serskilt. Sig frá sum skjótast, um tú ynskir einakamar. Vit kunnu ikki garantera, at tað ber til.
Við tilmelding verður goldið 4.000 DKK í depositum + 100 DKK í avgreiðslugjaldi. Restin av gjaldinum skal rindast seinast 1. desember 2026. Lena sendir rokning á telduposti, tá vit nærkast gjaldfreistini.
Um tú ikki ert limur í einum felagi undir SST, kemur eitt eyka gjald á 1.000 DKK. Hetta gjaldið fellur saman við restgjaldinum 1. desember 2026.
Venjing og málbólkur
Hetta er fyrst og fremst ein venjingarlega fyri bruttohópin í súkkling og triathlon, men øll eru vælkomin at koma við.
Landsliðsvenjarin leggur venjingarætlanina fyri bruttohópin, og øll fáa innlit í, hvussu venjingin verður skipað. Ætlanin verður kunnað áðrenn fráferð, og neyðugar tillagingar verða gjørdar á staðnum.
Um undirtøka er fyri tí, verða tríggir felagstúrar skipaðir hvønn dag, soleiðis at túrar verða tillagaðir eftir ferð, støði og longd. Tað verður sostatt møguligt bæði hjá skjótari og minni skjótum súkklarum at fáa nakað burturúr.
Tú ert eisini vælkomin at leggja tínar egnu túrar eftir egnum ynski.
Umhvørvið
Gran Canaria er eitt satt mekka fyri súkklarar. Oyggin hevur alt tað, sum skal til fyri eina góða venjingarlegu:
- brøtt fjøll og langar stigningar við fantastiskum útsýni
- góðar vegir og lítil ferðsla á nógvum av bestu súkklurutunum
- fjølbroyttar rutur, har tú kanst koyra bæði hart, langt og tekniskt
- møguleika at súkkla í sól og góðum hita longu í januar
Hetta er eitt av støðunum, har nógv av heimsins bestu súkklarum og liðum leggja sínar vetrarlegur, og tað er ikki uttan orsøk. Gran Canaria gevur tær møguleikan at fáa eitt sterkt venjingarblok í einum umhvørvi, sum er gjørt til súkkling.
Hjálparlið
Tað verða mekanikari og hjálparfólk við á túrinum. Eisini verður fylgibil, sum koyrir aftan á súkklarunum. Nærri kunning um hetta kemur, tá vit nærkast fráferð.
Íroknað í prísinum
✔️ Flogferð úr Føroyum til Gran Canaria
✔️ Gisting á Sport Hotel Monte Feliz
✔️ Morgunmatur og nátturði
✔️ Flutningur til og frá hotellinum á Gran Canaria
✔️ Venjing og leiðsla
✔️ Hjálparfólk og mekanikari á túrinum
Ikki íroknað
❌ Ferðatrygging
❌ Orkumatur, gel, barrir og líknandi til venjing
❌ Drykkjuvørur umframt tað, sum er íroknað í hálvari pensjón
❌ Súkkulleiga
❌ Flutningur av egnari súkklu, um eyka gjald verður kravt fyri hetta
Tað er viðmælt at hava egna súkklu við. Møguleiki kann vera fyri at leiga súkklu á staðnum, men hetta stendur hvør einstakur sjálvur fyri.
Avmarkað pláss
Vit hava 35 pláss, og tí ræður um at melda seg til sum skjótast, um tú vilt tryggja tær pláss á venjingarleguni.
Hetta er ein góður møguleiki at fáa eitt sterkt venjingarblok, betri grundlag til komandi kappingarár og nakrar góðar dagar saman við øðrum súkklarum í sólini á Gran Canaria.