Nýggjársfleirkappingin 2022 ** ÚTSETT**

TILTAKIÐ ER ÚTSETT – NÝGGJ DAGFESTING VERÐUR KUNNGJØRD Í NÆSTUM

Seinastu 20 árini hevur verið skipað fyri kapping nýggjársaftan. So verður eisini í ár, runt á Rossagøtunum í Havnadali. Kappingin verður 31. desembur kl. 10.00.

Tað, at hetta er ein fleirkapping, merkir, at tú kanst velja um tú luttekur í blandaðari duathlon kapping, har tú bæði rennur og súkklar, ella tú velur antin bara at súkkla ella renna.

Stað

Startur og mál eru við Tølthøllina í Havnardali, har møguleiki verður at seta bilin og skifta klæðir. Drekkamunnur verður aftaná kappingina.

09.30 Innskriving og upphiting
10.00 Startur
11.30 Drekkamunnur og heiðursmerki í Tølthøllina

Tilmelding

Tilmelding er umvegis webscorer og við innskrivingina á staðnum áðrenn kappingina. Meldið gjarna til áðrenn fyri at lætta um á degnum.

Einki luttøkugjald er fyri hesa kappingina.

Reglur

Tey, ið renna, fara av ríðingabreytina norðuryvir, og renna við sólini. Fjallasúkklarar fara av ríðingabreytina suðuryvir, og súkkla móti sólini.

Kappingarbólkar

Hjá vaksnum verður kappast í opnum bólki hjá kvinnum og hjá monnum. Hjá ungum verður kappast í aldursbólkunum U15, U17 og U19 á styttri teini.

Hjá vaksnum ber til at velja 3 greinar, ið síggjast í talvuni niðanfyri. Øll byrja í senn.

Grein Umfør Teinur Hædd
Renning 2 8,2 km 200 hm
Súkkling 6 25,2 km 600 hm
Duathlon 1/3/1 4,1 km/12,3 km/1,1 km 100 hm/300 hm/65 hm

Ruta

Niðanfyri síggjast ruturnar lýstar á korti, har tað ber til at zooma nærri og kanna rutuna. Eisini eru leinkjur til Strava segment av rutunum niðanfyri.