MikudagsRally V52

MikudagsRally er eitt afturvendandi innisúkklutiltak á talgilda pallinum RGT, har tú hvørt mikukvøld kl. 19.00 hevur høvi at innisúkkla saman við øðrum føroyskum súkklarum.

Í novembur og desembur halda vit royndartiltøk og frá januar og fram skipa vit eina kappingarrøð sum gongur fram til apríl. Hetta verður lýst nærri seinni.

Melda til

Fyri at melda til kappingina 28. desembur nýtir tú átakskotuna: TEJNNY

Tú kanst eisini vitja RGT síðuna: https://user.rgtcycling.com/event?code=TEJNNY

Tørvar tær hjálp?

Tørvar tær eina hjálpandi lýsing um, hvussu tú meldar til, vitja tá heimasíðu okkara á www.sst.fo/innisukkling/. Er eitthvørt, sum tú ikki finnur svar um á síðuni, ella hevur tú hugskot til nakað vit eiga at lýsa, so send okkum vinarliga ein teldupost á inni@sst.fo.