Mikudagsrally V7

Mikudagar verður skipað fyri smákappingum við tí endamálið at hava stuttligar løtur saman. Tiltøkini verða ymisk í skapi og nýta ymsar kappingarpallar. Tað kann verða á talgildum pallum sum RGT og Zwift ella kanska sum blandað tiltak har vit lýsa ein tein úti sum verður máldur við Strava. Sjálvandi verða eisini ordilig tiltøk, har til ber at møtast til eina kriterium kapping, stutta tíðarsúkkling ella annað, bæði nøkur skipað av SST, men eisini lokal tiltøk skipað av limafeløgunum.

Mikudagsrally vika 7

Vit royna fyrstu talgildu innisúkkling kappingin á pallinum RGT Cycling.

Kotan fyri at melda til tiltakið er: Ndj7vp2Znq

Tú sært nærri lýst um hvussu tú gert tær ein vanga og luttekur í greinini her:
https://www.sst.fo/kunning/roynt-verdur-vid-talgildari-innisukkling-sunnudag-13-2-og-mikudag-16-2/

Vit síggjast til mikudagsrally