Endaveitsla / Ársveitlsa 2026

Sersambandið fyri Súkkling og Triathlon bjóðar til endaveitslu / ársveitslu 2026 leygarkvøldið 31. oktober á Panorama á Hotel Hafnia í Tórshavn.

Vit enda árið við einum hugnaligum og veitsluligum kvøldi, har súkkling, triathlon, felagsskapur og góðar løtur eru í miðdeplinum. Hetta er kvøldið, har íðkarar, venjarar, dómarar, hjálparfólk, nevndarlimir, familja og onnur kring ítróttin kunnu hittast uttan fyri kappingar og venjingar.

Kvøldið verður hildið í Panorama á Hotel Hafnia, har karmarnir eru góðir til eina ársveitslu við mati, røðum, innsløgum og hugna.

Skrá

Kl. 18.00
Vit møtast á Panorama á Hotel Hafnia.

Borðhald
3 rættir verða bornir fram.

Innsløg og hugni
Vit hyggja aftur á árið, heiðra góð avrik og fáa nøkur innsløg frá súkkling og triathlon.

Eftir borðhaldið
Møguleiki verður at keypa sær meira at drekka í barrini.

Prísur

Prísur: 770 kr. fyri hvønn + avgreiðslugjald

Í prísinum er íroknað:

  • 3 rættir
  • 1 drekkivøra undir borðhaldinum: sodavatn, øl ella glas av víni
  • hølið og karmarnir um kvøldið

Aðrar drekkivørur kunnu keypast fyri egna rokning.

Tilmelding

Tilmelding fer fram her á síðuni.

Seinasta freist at melda til er 17. Oktober.

Tiltakið verður hildið við fyrivarni fyri nóg stórari undirtøku. Minimum 20 luttakarar skulu melda til, fyri at veitslan kann gjøgnumførast.

Vit vóna at síggja nógv tykkara til eitt gott og hugnaligt kvøld saman.