SST kapping: Vestanstevna – kriteriumkapping 3
SST kapping: Vestanstevna – kriteriumkapping 2
Býarsúkkling á Vestanstevnu 2026
Dato og stað: 10. juli – møta við Trolhúsið í Miðvági
Innskriving og kunning: Verður kl 19 og av tí at tíðtakingarskipan verður partur av kappingini skulu luttakandi møta til tíðina.
Kappingin verður skipað í tveimum pørtum kvinnur og menn.
– Kl 19:30 – Kvinnur
– Kl 20:10 – Menn
Praktiskar upplýsingar:
– Víst verður til vesi í Trolhúsinum.
– Eftir kappingina eru fólk vælkomin at steðga á til eitt prát í Trolhúsinum.
Tilmeldingarfreist:
– Prísur 110 kr.
– Síðsta freist at tilmelda seg áðrenn prísurin ferð uppá 220 kr. 8. juli.
Teinurin: Teinurin er á 1,24 km og verður súkklaður undir sera tryggum umstøðum.
Lendi: Tað er talan um býarsúkkling, og tí verður tað nógv ferð, men til tíðir eisini tekniskt krevjandi við svingum. Hóast tað er stongt av fyri ferðslu partar av rutuni og vaktir vera til staðar, so skal súkklarin ansa sær sjálvum.
Dropzone: Er við start/mál og annars verður víst til almenn rusk íløt.
Bólkar: Víst verður til vanligar galdandi bólkar hjá SST, sum síggjast við tilmelding.
Teinar:
– Kvinnur súkkla 30 min + 3 rundir
– Menn 45 min + 3 rundir.
Heiðursmerkir vera latin til nummar 1-2-3 í hvørjum bólki.
Um tað eru spurningar til kappingina er møguligt at venda sær til Jóanis Albert Nielsen á Facebook, telefon +298 213361 ella jan@jn.fo.
Tilmeldingarlisti: Trýst her


Lýsing
- Grein: veg
- Stað: Miðvágur
- Dato: 10. juli 2026
- Innskriving: kl. 19:00
- Byrjan: kl. 19:30
Bólkar
- U15
- U17
- U19
- U23
- Opin bólkur
- M40
- M50
- M60
- Motión
