SST kapping: FM – Tíðarsúkkling

Start – Sunnumorgun kl 09:00. Start/Mál er uttan fyri býráðshúsið.

Innskrivingin opnar kl 08:00 og steingir kl 08:30 sunnumorgun, hetta verður avgreitt uttanfyri Býðráðshúsið í Klaksvík, ella eftir nærri kunning.

Racebriefing:
Racebriefing verður sunnumorgun kl 08:30 við startin.
Her verður greitt frá rutuni, galdandi reglum, trygdini, dropzones o.a viðkomandi.
Tað eru 10 min settir av til racebrifeing, har av 5 min eru settir av til spurningar.

Uppróping:
Uppróping verður klokkan 08:50 við startin.

Parkering, WC og skifting:
Víst verður til parkeringsplássini runt á økinum, og annars til tey kommunalu parkeringsøkini.
Víst verður til almenn WC´ir (Effo og Magn eru tættast við).
Um luttakarar ynskja at skifta og brúsa sær, so verður víst til Klaksvíkar svimjuhøll.