SST kapping: FM – OL teinur

Triatlon á Eystanstevnu 2026
Dato og stað: 14. juni – møta við Bylgjuna í Runavík.

Innskriving og kunning: Verður kl 11:15 og klárt verður gjørt til at svimja, og annars gera útgerð klára.

Kappingin verður skipað í tveimum pørtum, kvinnur og menn, tó fara øll avstað ísenn. Kl. 12.00.

Praktiskar upplýsingar:
– Víst verður til vesi, ið eru á økinum, inni hjá inni í Bylgjuni.
– Eftir kappingina eru fólk vælkomin at støðga á til eitt prát.

Tilmeldingarfreist:
– Prísur 110 kr.
– Síðsta freist at tilmelda seg áðrenn prísurin ferð uppá 210 kr. 10. juni.

Teinurin:
Svomið verður í 25 m hyli inni í Bylgjuni, so tað eru 60 longir ið skulu svimjast har.
Súkklað verður úr túninum í Bylgjuna og yvir í Enda í Rituvík og aftur 4 ferðir, hvør runda er 10 km. Tá komið verður til Rituvíkar skal súkklast eftir gamla vegnum, gjøgnum Skákið, yvir eftir, og eftir nýggja vegnum út aftur úr bygdini.
Runnið verður úr sama stað uttanfyri Bylgjuna og yvir til Toftavatn. Har skal rennast 5 ferðir runt Innara vatn og síðan aftur til Bylgjuna, tað er 10 km, og har kappingin liðug

Dropzone: Er við start/mál og annars verður víst til almen rusk íløt.

Bólkar: Víst verður til vanligar galdandi bólkar hjá SST.

Teinar:
– Øll 1500 m svimjing, 40 km súkkling og 10 km renning.

Heiðursmerkir vera latin til nummar 1-2-3 í hvørjum bólki.

Um tað eru spurningar til kappingina er møguligt at venda sær til Troy á Facebook, Magna Højgaard á telefon +298 253860 ella magnihojgaard@gmail.com.

Tilmeldingar listi sæst við at trýsta her