FM MTB 2025 XCO Miðteinur
Fjallasúkklukappingin um FM heitið í miðteini (XCO) verður leygardagin 31. august í Havn.
Tilmelding
Tilmeldingin til kappingina er á Atgongumerki. Kostnaðurin er 50 kr. Freistin at melda til er mikukvøldið 25. septembur. Luttakarlisti sæst her.
Skrá
- 13.00 Innskriving
- 13.50 Súkklarar klárir við startin
- 14.00 Startur U19, U23, M40, M50, M60, Opin bólkur
- 16.00 Kappingin liðug
Stevnuøki
Vit hava ikki møguleika fyri umklæðing á stevnuøkinum innandura, men tjald verður, har til ber at skifta og goyma klæðir. Einki vesi er beint við.
Lýsing av kapping
XCO er fjallasúkkling á olympiskum teini, har kappast verður í uml. 90 min á einari breyt sum er uml. 5 km long við blandaðum tekniskum og fysiskum avbjóðingum. Eitt ávíst tal av umførum skal súkklast.
Í talvuni niðanfyri síggjast hvussu nógv umfør hvør bólkur skal súkkla. Talið av umførum kann broytast á degnum um dómarin metir at færri ella fleiri umfør skulu súkklast fyri at raka røttu vinnaratíð.
Lýsing av rutu
Startur og mál er nær við Hotel Føroyar – við startgeirarnar á gomlu ríðibreytini. FM rutan er 6,0 km long við 230 hm og er ein góð blanding av súkkling í lendi og á grúsgøtu. Mótbrekkurnar eru brattar og drúgvar og undanbrekkurnar tekniskar. Rutan sum hevur verið nýtt undanfarin ár er kvett av Marknagilstunlinum, og tí er rutan løgd eitt sindur um í ár. Hendan rutan er eitt vet longri, men loyvir tveimum av bestu undanbrekkunum í økinum at vera nýttar í ársins teini.
Kappingarbólkar
Bólkur | Árgangir | Kappingartíð | Umfør |
---|---|---|---|
U19 | 2007-2008 | 60 | 2 |
U23 | 2003-2006 | 90 | 3 |
Opin bólkur kvinnur | 1986-2002 | 90 | 3 |
Opin bólkur menn | 1986-2002 | 90 | 4 |
M40 | 1976-1985 | 75 | 3 |
M50 | 1966-1975 | 60 | 2 |
M60 | 1956-1965 | 60 | 2 |
Lýsing
- Grein: mtb
- Stað: Tórshavn
- Dato: 28. september 2025
- Innskriving: kl. 13:00
- Byrjan: kl. 14:00
Bólkar
- U19
- U23
- Opin bólkur
- M40
- M50
- M60