FM MTB 2024 XCO Miðteinur

Fjallasúkklukappingin um FM heitið í miðteini (XCO) verður leygardagin 31. august í Havn.

Tilmelding

Tilmeldingin til kappingina er á Atgongumerki. Kostnaðurin er 50 kr. Freistin at melda til er sunnukvøldið 25. august. Luttakarlisti sæst her.

Skrá

  • 13.00 Innskriving
  • 13.50 Súkklarar klárir við startin
  • 14.00 Startur U19, U23, M40, M50, M60, Opin bólkur
  • 16.00 Kappingin liðug

Stevnuøki

Vit hava ikki møguleika fyri umklæðing á stevnuøkinum innandura, men tjald verður, har til ber at skifta og goyma klæðir. Einki vesi er beint við. Drekka og ábit verður at fáa.

Lýsing av kapping

XCO er fjallasúkkling á olympiskum teini, har kappast verður í uml. 90 min á einari breyt sum er uml. 5 km long við blandaðum tekniskum og fysiskum avbjóðingum. Eitt ávíst tal av umførum skal súkklast.

Í talvuni niðanfyri síggjast hvussu nógv umfør hvør bólkur skal súkkla. Talið av umførum kann broytast á degnum um dómarin metir at færri ella fleiri umfør skulu súkklast fyri at raka røttu vinnaratíð.

Lýsing av rutu

Startur og mál er við Hotel Føroyar. FM rutan er 6,0 km long við 230 hm og er ein góð blanding av súkkling í lendi og á grúsgøtu. Mótbrekkurnar eru brattar og drúgvar og undanbrekkurnar tekniskar. Rutan sum hevur verið nýtt undanfarin ár er kvett av Marknagilstunlinum, og tí er rutan løgd eitt sindur um í ár. Hendan rutan er eitt vet longri, men loyvir tveimum av bestu undanbrekkunum í økinum at vera nýttar í ársins teini.

Kappingarbólkar

Bólkur Árgangir Kappingartíð Umfør
U19 2006-2007 60 2
U23 2002-2005 90 3
Opin bólkur kvinnur 1985-2001 90 3
Opin bólkur menn 1985-2001 90 4
M40 1975-1984 75 3
M50 1965-1974 60 2
M60 1955-1964 60 2