FM MTB 2024 XCC Stuttteinur

Fjallasúkklukappingin um FM heitið í stuttteini (XCC) verður fríggjadagin 30. august í Havn á økinum kring Glasir.

Tilmelding

Tilmeldingin til kappingina er á Atgongumerki. Kostnaðurin er 50 kr. Freistin at melda til er sunnukvøldið 25. august. Luttakaralisti sæst her.

Skrá

  • 18.00 Innskriving
  • 18.50 Súkklarar klárir við startin
  • 19.00 Startur U19, U23, M40, M50, M60, opin bólkur
  • 20.00 Kappingin liðug

Stevnuøki

Stevnuøkið er á parkeringsplássinum uttanfyri høvuðsdyrnar við Glasir. Møguleiki verður at skifta og at brúka vesi.

Lýsing av kapping

XCC er fjallasúkkling á stutteini. Kappast verður á einari stuttari rutu í uml. 30 min og umfarið liðugt. Tað vil siga, at tá ið 30 min eru farnir, verður ikki farið út á nýtt umfar aftur.

Í talvuni niðanfyri síggjast hvussu nógv umfør hvør bólkur skal súkkla. Talið av umførum kann broytast á degnum um dómarin metir at færri ella fleiri umfør skulu súkklast fyri at raka røttu vinnaratíð.

Lýsing av rutu

Byrjað verður á p-økinum beint undir høvuðsinngongini á Glasi, og so snýr rutan seg runt. Fyrst yvir á Skúlan á Fløtum, har ein brøtt undanbrekka, nakað av hellu og onkrar aðrar smábrekkur og sving krevja eitt sindur av snildu. Síðani verður súkklað omanum Glasir yvir til aðru undanbrekku, sum er í lendi oman til og framvið tjørnina í byrginingini við Rættará. Síðsti parturin er har fittasti partur av mótbrekkum er. Tá ið komið er framvið Skúlaheimi gongur leiðin framvið høvuðsdyrnum á Glasi og runt á p-økinum til ein langan góðan endaspurt. Rutan er 2 km long við uml. 30 hm.

Kappingarbólkar

Bólkur Árgangir Kappingartíð Umfør
U19 2006-2007 30 5
U23 2002-2005 30 5
Opin bólkur kvinnur 1985-2001 30 5
Opin bólkur menn 1985-2001 30 5
M40 1975-1984 30 5
M50 1965-1974 30 5
M60 1955-1964 30 5