FM MTB 2024 Langteinur

Fjallasúkklukappingin um FM heitið í langteini (XCM) verður leygardagin 28. septembur í Havn.

Teinurin og kappingarleisturin í ár verður øðrvísi. Tað verður súkklað ein rættur langteinur í fjøllunum og kappingin verður skipað í brotteinar, har til ber at fyljgast stóran part av tíðini og at kappingin verður avgjørd við stigum vunnum á brotteinunum.

Tilmelding

Tilmeldingin til kappingina er á Atgongumerki og tiltakið er ókeypis. Freistin at melda til er mikudagin 25. septembur. Luttakarilisti sæst her.

Skrá

  • 11.00 Innskriving
  • 12.00 Startur allir bólkar
  • 18.00 Síðstu súkklarar á mál

Teinur

Niðast á síðuni sæst kort av teininum og allir luttakarar fáa sent eina gps fílu mikukvøldið, tá ið tilmeldingarfreistin er farin. Súkklað verður í fjallinum so hóast teinurin einans er 40 km í longd við uml. 1100 hæddarmetrum væntast túrurin at taka millum 3-4 tímar.

Kappingin

Leisturin verður heldur øðrvísi, enn vanligt er. Allir súkklarar fylgjast hóvliga á felagstúri, og so eru innløgd 7 brotteinar, har kappast verður um at koma fyrstur hvønn brottein. Bíðað verður síðani eftir, at øll koma fram áðrenn hildið verður á. Í staðin fyri at kappast um tíð, verða stig givin fyri tað pláss, ein súkklari kemur á mál í ávísa brotteininum. Tann fyrsti fær 1 stig, tann næsti 2 stig, triðji 3 stig og so framvegis. At enda verða stigini løgd saman og vinnarin er tann við fæst stigum. Kappast verður í opnum bólki hjá monnum og kvinnum.

Endamálið er, at luttakarar fáa høvi at fyljgast ein fittan part av tíðini heldur enn at súkkla hvør í sær allan teinin. Er munurin ov stórur millum luttakararnar, so verður tillagað.