FM MTB 2023 Langteinur
Fjallasúkklukappingin um FM heitið í langteini (XCM) verður leygardagin 28. oktobur í Havn.
Tilmelding
Tilmeldingin til kappingina er á Atgongumerki og tiltakið er ókeypis. Freistin at melda til er sunnukvøldið 22. oktobur. Luttakarilisti sæst her.
Skrá
- 11.00 Innskriving
- 12.00 Startur allir bólkar
- 16.00 Síðstu súkklarar á mál
- 16.00 Heiðursmerkjahandan
Stevnuøki
Kunning kemmur um stevnuøki. Har verður møguleiki er at seta bil og at skifta klæðir. Eisini verður vesi. Drekka og ábit verður at fáa.
Lýsing av kapping
XCM er langteinur og stendur fyri cross country marathon. Kappast verður á einari rutu, har fleiri umførð verða súkklað. Kappingin er skipað við einari markatíð, sum merkir, at málið letur aftur fyri at ein súkklari fer út á nýtt umfar, tá ið tann tíðin er farin. Hetta er fyri, at øll verða liðug nøkulunda samstundis og at verja fyri at summi (t.d. yngri) ikki súkkla ov leingi .
Kappingin er skipað eftir SST reglum og bólkum, og niðanfyri síggjast kappingarbólkar og teinar fyri allar bólkar.
Lýsing av rutu
Kappingarrutan er á einum 24 km long rundteini, ið hevur 400 hæddarmetrar fyri hvørt umfar. So at siga allur teinurin er á grúsgøtum við fáum tekniskum avbjóðingum. Teinurin sæst á kortinum niðanfyri. Byrjað verður frá skótaleguni í Havnardali suðureftir runt um Fjallið og víðari móti oyggjarvegnum við Hotel Føroyar. Har fer teinurin runt eftir grúsgøtuni móti Villingardalsbyrgingini og síðani eftir gøtum norður móti myllunum á Gellingarkletti. At enda verður súkklað heimaftur móti Havnardali aftur, har ein síðsti stuttur rundteinur fer móti sólini runt um økið við Sandá og niðan á mál við skótaleguna aftur.
Kappingarbólkar
Bólkur | Árgangir | Vinnaratíð | Umfør | Longd/klintring | Markatíð á umfari “n” |
---|---|---|---|---|---|
U17 | 2007-2008 | 01:15:00 | 1 | 24km – 400hm | |
U19 | 2005-2006 | 02:30:00 | 2 | 48km – 800hm | 01:10:00 á 1 |
U23 | 2001-2004 | 03:00:00 | 3 | 72km – 1200hm | 02:30:00 á 2 |
Opin bólkur kvinnur | 1984-2000 | 02:30:00 | 2 | 48km – 800hm | 01:30:00 á 1 |
Opin bólkur menn | 1984-2000 | 03:00:00 | 3 | 72km – 1200hm | 02:30:00 á 2 |
M40 | 1974-1983 | 02:30:00 | 2 | 48km – 800hm | 01:30:00 á 1 |
M50 | 1964-1973 | 02:30:00 | 2 | 48km – 800hm | 01:30:00 á 1 |
M60 | 1954-1963 | 02:30:00 | 2 | 48km – 800hm | 01:30:00 á 1 |
Lýsing
- Grein: mtb
- Stað: Tórshavn
- Dato: 28. oktober 2023
- Innskriving: kl. 11:00
- Byrjan: kl. 12:00
Bólkar
- U17
- U19
- U23
- Opin bólkur
- M40
- M50
- M60