FM VEG 2023 Býarsúkkling

Kappingin um FM heitið í býarsúkkling verður í Tórshavn sunnudagin 1. oktobur 2023. Startur og mál eru á ídnaðarøkinum við Velbastaðvegin. Stevnuøkið er hjá Wenzel.

Tilmelding

Tiltakið er ókeypis og tilmeldingin fer fram á Atgongumerki. Freistin at melda til er fríggjavøldið 29. septembur. Luttakarlisti sæst her.

Skrá

Kl. 12.00 Innskriving
Kl. 12.50 Startuppkall og kunning
Kl. 13.00 Startur
Kl. 14.00 Súkklarar á mál
Kl. 14.15 Heiðursmerkjahandan

Stevnuøki

Møtt verður hjá Wenzel, har innskrivingin er. Mong parkeringsøki eru nærindis. Møguleiki er ikki fyri at fara í bað, men til ber at skifta innandura í hølunum hjá Wenzel.

Lýsing av kapping

Súkklað verður í 45 min. + 3 umfør. Tað vil siga, at tá ið 45 min. eru farnir, verður ringt á einari klokku og súkklað verða 3 umfør afturat.

Vanligt er, at tá ið ein verður yvirhálaður við einari umfari, steðgar ein í kappingini. Her verður tó loyvt øllum at halda á, inntil kappingartíðin er farin. Tó so, at verður ein súkklari tikin við einum umfari, skal hann/hon geva pláss fyri tí, ið yvirhálar, og ikki ávirka kappingarstøðuna hjá teimum, ið eru frammanfyri. Eisini, so steðgar kappingin fyri øll, tá ið vinnarin kemur á mál. Ringt verður við klokku, tá síðsta umfar er.

Lýsing av rutu

Startur og mál eru á Velbastaðvegnum uttanfyri Wenzel. Súkklað verður við sólini í ring – fyrst niðan eftir Velbastaðvegnum, har vent verður til høgru oman eftir Kirkjubøarvegnum, síðani til høgru oman eftir Marknagilsvegnum og at enda til høgru niðaneftir Velbastaðvegnum á mál við Wenzel aftur. Teinurin er 1,2 km langur við 30 hæddarmetrum.

Kappingarbólkar

Bólkar eru skipaðir eftir aldri, sum sæst í talvuni niðanfyri. Íðkarar í unglinga og mastersbólkunum U23, M40, M50 og M60 kunnu luttaka í opnum bólki heldur enn í egnum aldursbólki. Skiftir ein íðkari aldursbólk, er tað fyri alt inniverandi kappingarárið.

Bólkur Árgangir Kappingartíð
U19 2005-2006 45 min + 3 umfør
U23 2001-2004 45 min + 3 umfør
Opin bólkur kvinnur 1984-2000 45 min + 3 umfør
Opin bólkur menn 1984-2000 45 min + 3 umfør
M40 1974-1983 45 min + 3 umfør
M50 1964-1973 45 min + 3 umfør
M60 1954-1963 45 min + 3 umfør