Vetrarplúmm VP5
Vertrarplúmm VP4 verður í Klaksvík 5. februar 2023. Møtt verður kl. 11.00 við Skúlan á Skúlatrøð í Klaksvík.
Kl. 11.00 Innskriving byrjar og rutan er klár at royna
Kl. 11.30 Innskriving steðgar
Kl. 12.00 Vaksin og ung súkkla
Kl. 13.15 Børn súkkla
Teinurin er 1,5 km langur við fáum hæddarmetrum og fer snurrandi í gjøgnum og runt um skúlaøkið. Hann sæst niðast á síðuni á kortinum.
Vaksin súkkla í 30 minuttir + 2 umfør. Tá ið 30 minuttir eru farnir, verður ringt við klokku fyri at tvey umfør eru eftir.
Ung U17 og U19 súkkla í 20 minuttir + 2 umfør. Tá ið 20 minuttir eru farnir, verður ringt við klokku fyri at tvey umfør eru eftir.
Børn U13 og U15 súkkla í 15 minuttir + 1 umfar. Tá ið 15 minuttir eru farnir, verður ringt við klokku fyri at eitt umfar er eftir.
Tilmeldingin er á degnum í seinasta lagi 30 min. áðrenn byrjan. Løttøkugjaldið er 20 kr fyri børn og ung og 50 kr fyri vaksin.
Tað er ikki vist, at tað verður gjørligt at sleppa inn at skifta ella á wc. Drekkamunnur er aftaná tiltakið.
Um Vetrarplúmm
Vetrarplúmm er ein kappingarrøð á 8 umfør fyri vaksin og ung. Hjá børnum og ungum verður ikki talt saman fyri kappingarrøðina. Hjá vaksnum verða stig givin fyri hvørt plúmm ein luttekur í hjá monnum og kvinnum. Skjótasti plúmmari hjá fær 10 stig, næst skjótasti fær 9 stig og so framvegis. Frá 10. plássi fáa luttakrar fáa 1 stig. Ein plúmmkongur og drotning verða kosin seinasta umfar. Samlað yvirlitið sæst á webscorer.
- 06-11-2022 VP1 í Havn
- 27-11-2022 VP2 í Havn
- 18-12-2022 VP3 í Klaksvík ** AVLÝST**
- 15-01-2023 VP4 í Havn
- 05-02-2023 VP5 Klaksvík
- 26-02-2023 VP6 Havn
- 12-03-2023 VP7 Eysturoy
- 02-04-2023 VP8 Havn
Bólkar
Børn og ung verða skipað eftir aldri tey hava á kappingardegnum. Vaksin súkkla øll í opnum bólki.
- Børn 10-12 ár (U13) og 13-14 ár (U15),
- Ung 15-16 ár (U17) og 17-18 ár (U19)
- Opin bólkur fyri 19 ár og eldri.