InniLiga 2
InniLiga 2 verður talgilt og er mikuvøldið 8. mars kl. 19.00. Tað vil siga, at vit hittast ikki í felag til hesa InniLiga. Tað er enn eitt sindur av roki við at fáa útgerð til nýggju uppdateringina, og vit fokusera á at hava tað klárt til FM í innisúkkling. Tú kanst tí luttaka talgilt til InniLiga 2. Teinurin hesuferð hevur fitt av styttri brøttum brekkum, tá súkklað verður 2 umfør á Leuven City teininum. Kappingartíðin verður allarhelst 75 min.
Um tiltakið
Súkklað verður á talgildað pallinum Whaoo RGT. Tað er ókeypis at luttaka og tú skalt hava ein vanga, ein innivenjara og súkklu. Møtt verður fysiskt á staðnum lýst niðanfyri.
Tilmelding
Tilmeldingin fer fram við at tú teknar teg til tilakið á RGT tiltakinum í slóðini niðanfyri:
Ber til at luttaka úr fjarstøðu?
Tað ber til at luttaka í fjarstøðu. Tá eiga fjarstaddir súkklarar at verða eyka varligir við at kropsvekt er rætt tøppað inn í forritið og at innivenjarin er álitandi við góðum neyvleika (1.5-2,0%) og er rætt kalibreraður. Tiltakið er heilt sikkurt stuttligast, um ein luttekur fysiskt á staðnum, men samstundis gerst tað eisini stuttligast, um nógv eru við, so vit taka øll við sum hava hug – eisini um tey eru stadd longri burturi og ikki sleppa við fysiskt. Tað er bara til FM, at ein skal vera til staðar fysiskt og ikki kann luttaka í fjarstøðu.
Spurningar?
Hevur tú aðrar spurningar, so send eini boð til inni@sst.fo ella royn á FB bólkinum Innisúkkling Føroyar.