Vetrarplúmm VP6
Sunnudagin 26. februar verður sætta umfarið av Vetrarplúmm. Súkklað verður mitt í Havnini í økinum kring Fróðskaparsetrið á Frælsinum. Kort av 1,6 km longu rutuni sæst niðast á síðuni. Byrjan og mál er við fimleikahøllina á Stórheyggi og møguleiki er at skifta klæðir og fara í bað á læraraskúlanum.
Kl. 12.00 Innskriving byrjar og rutan er klár at royna
Kl. 12.30 Innskriving steðgar
Kl. 13.00 Vaksin súkkla
Kl. 14.15 Ung súkkla eina styttri rutu
Tilmeldingin er á degnum í seinasta lagi 30 min. áðrenn byrjan. Løttøkugjaldið er 20 kr fyri børn og ung og 50 kr fyri vaksin.
Vaksin súkkla í 75 minuttir. Tá ið 70 minuttir eru farnir, verður ikki farið á nýtt umfar.
Ung U17 og U19 súkkla í 45 minuttir. Tá ið 40 minuttir eru farnir, verður ikki farið á nýtt umfar.
Børn U13 og U15 súkkla í 20 minuttir.
Um Vetrarplúmm
Vetrarplúmm er ein kappingarrøð á 8 umfør fyri vaksin og ung. Hjá børnum og ungum verður ikki talt saman fyri kappingarrøðina. Hjá vaksnum verða stig givin fyri hvørt plúmm ein luttekur í hjá monnum og kvinnum. Skjótasti plúmmari hjá fær 10 stig, næst skjótasti fær 9 stig og so framvegis. Frá 10. plássi fáa luttakrar fáa 1 stig. Ein plúmmkongur og drotning verða kosin seinasta umfar. Samlað yvirlitið sæst á webscorer.
- 06-11-2022 VP1 í Havn
- 27-11-2022 VP2 í Havn
- 18-12-2022 VP3 í Klaksvík ** AVLÝST**
- 15-01-2023 VP4 í Havn
- 05-02-2023 VP5 Klaksvík
- 26-02-2023 VP6 Havn
- 12-03-2023 VP7 Havn
- 02-04-2023 VP8 Havn
Bólkar
Børn og ung verða skipað eftir aldri tey hava á kappingardegnum. Vaksin súkkla øll í opnum bólki.
- Børn 10-12 ár (U13) og 13-14 ár (U15),
- Ung 15-16 ár (U17) og 17-18 ár (U19)
- Opin bólkur fyri 19 ár og eldri.
Lýsing
- Grein: mtb
- Stað: Tórshavn
- Dato: 26. februar 2023
- Innskriving: kl. 12:00
- Byrjan: kl. 13:00
Bólkar
- U13
- U15
- U17
- U19
- Opin bólkur