FM-vikuskiftið er komið!

Komandi vikuskiftið verða Føroyameistarakappingarnar í súkkling hildnar, har bestu føroysku súkklararnir fara at kappast um FM-heitini í bæði langteini og tíðarkoyring.

🚴 Leygardagin 5. september skipar Troy fyri FM í langteini á einari spennandi og krevjandi rutu kring Skálafjørð. Ein kapping, har styrki, taktikkur og úthaldni verða avgerandi.

⏱️ Sunnudagin 6. september skipar Norðstrok fyri FM í tíðarkoyring í Klaksvík. Í ár verður kappast á einari heilt nýggjari og tekniskt krevjandi býarrutu við nógvum svingum, brekkum og ferðabroytingum, sum fara at seta bæði súkklarar og útgerð upp á stóra roynd.

FM er hæddarpunktið í føroyska súkkluárinum og gevur samstundis bæði súkklarum og fyriskiparum virðismiklar royndir undan Oyggjaleikunum 2027.

SST vónar at síggja nógvar luttakarar í øllum bólkum – kvinnur, menn og ung – og ynskir serliga at eggja áskoðarum kring landið at møta upp og skapa góðan stemning.

👏 Kom og uppliv tveir dagar við spennandi súkklukappingum, har føroyameistarar skulu finnast!

📍 Leygardagur 5. september: FM Langteinur– Skála – kl. 10
📍 Sunnudagur 6. september: FM Tíðarkoyring – Klaksvík – kl. 9

Vit síggjast á teininum!

Les meira um kappingarnar her:

FM Langteinur– Skála

FM Tíðarkoyring – Klaksvík