Vetraplúmm 4
Kom við til Fjallasúkkluavbjóðingina 2026!
Hevur tú eina fjallasúkklu og hug til góðar túrar, stuttligar avbjóðingar og samanhald? Í november skipar RENT A BIKE & OUTDOOR fyri eini fjallasúkkluavbjóðing fimm sunnudagar á rað.
Tú nýtist ikki at vera vanur við at kappast. Her er pláss bæði fyri tær, sum vilt royna teg móti øðrum, og tær, sum vilt bjóða tær sjálvum av og njóta felagsskapin.
Hvønn sunnudag verður súkklað ein longri túr við fleiri tíðtiknum segmentum – bæði løttum og tekniskum, niðan og oman. Tíðirnar verða skrásettar á Strava og geva stig.
Vit finna ein vinnara hvønn sunnudag og ein samlaðan vinnara eftir allar fimm avbjóðingarnar.
Trek Bikes er høvuðsstuðul.
Hvønn kappingardag er ein nýggjur vinningur: Trek súkklupumpa, lyktasett, hjálmur, handskar ella fløska við fløskuhaldara.
Dagsins vinningur verður kunngjørdur mánadagin eftir kappingina.
Ert tú við allar fimm sunnudagarnar, hevur tú eisini møguleika at vinna eina Trek Marlin 4 fjallasúkklu!
Dagarnir eru: 1., 8., 15., 22. og 29. november 2026.
Møtt verður kl. 12.45, og vit byrja kl. 13.00.
Umleið tveir dagar undan hvørjari avbjóðing fáa tilmeldaðir luttakarar eina GPX-fílu við dagsins leið.
Møtistaður: verur kunna á degnum
Luttøkugjald: kr.150 per ferð
Hetta skalt tú hava upp á pláss
- Eina fjallasúkklu og súkkluhjálm.
- Eina Strava-konto – ókeypis útgávan kann brúkast.
- Telefon ella súkkluteldara, sum kann skráseta túrin og flyta hann til Strava.
- Túrurin skal leggjast á Strava sama dag.
- Tilmelding og luttøkugjald skulu vera avgreidd.