SST kapping: Eystanstevna – kriteriumkapping 2
Býarkoyring á Eystanstevnu 2026
Dato og stað: 12. juni – møta við Effo í Saltangará.
Innskriving og kunning: Verður kl 19:30 og av tí at tíðtakingarskipan verður partur av kappingini skulu luttakandi møta til tíðina.
Kappingin verður skipað í tveimum pørtum barnasúkkling, kvinnur og menn.
– Kl 20:00 – Kvinnur
– Kl 20:30 – Menn
Praktiskar upplýsingar:
– Víst verður til vesi, ið eru á økinum m.a inni hjá Effo og í Vælveru.
– Eftir kappingina eru fólk vælkomin at støðga á til eitt prát inni hjá Effo.
Tilmeldingarfreist:
– Prísur 110 kr.
– Síðsta freist at tilmelda seg áðrenn prísurin ferð uppá 210 kr. 9. juni.
Teinurin: Teinurin er á leið 2.3 km og verður súkklaður undir sera tryggum umstøðum.
Lendi: Tað er talan um býarsúkkling, og tí verður tað nógv ferð, men til tíðir eisini tekniskt krevjandi við svingum, mótbrekkum og undanbrekkum. Hóast tað er stongt av fyri ferðslu partar av rutuni og vaktir vera til staðar, so skal súkklarin ansa sær sjálvum.
Dropzone: Er við start/mál og annars verður víst til almen rusk íløt.
Bólkar: Víst verður til vanligar galdandi bólkar hjá SST.
Teinar:
– Kvinnur súkkla 20 min + 3 rundir
– Menn 30 min + 3 rundir.
Heiðursmerkir vera latin til nummar 1-2-3 í hvørjum bólki.

Um tað eru spurningar til kappingina er møguligt at venda sær til Troy á Facebook, Magna Højgaard á telefon +298 253860 ella magnihojgaard@gmail.com.
Tilmeldingarlisti sæst við at trýsta her