FM TRI 2023 Sprint

Kappingin um FM heitið 2023 í triathlon á sprintteini verður í Havn sunnudagin 3. septembur.

Lýsing av kapping

Kappast verður í opnum bólki hjá monnum og kvinnum og kappingin er ein draft kapping. Tað vil siga, at tað er loyvt at drafta og at súkklað verður á kappsúkklu. Eisini kappast aldursbólkarnir U17, U19, U23, M40, M50 og M60 um aldursbólka FM.  Øll kappast sama tein á 750 m svimjing, 19 km súkkling og 4,9 km renning.

Skrá

10.30 Kunningarfundur
10.45 Innskriving
11.00 Upphiting
12.00 Startur
14.00 Kappingin liðug

Tilmelding

Tilmelding til kappingina er á Atgongumerki. Kostnaðurin er 100 kr. Freistin at melda til er mikukvøldið 30. august. Eingin tilmelding verður eftir at freistin er farin. Luttakaralisti sæst her.

Innskriving

Innskrivingin verður í Svimjihøllini beint uttanfyri cafeteria.

Skiftiøki

Øll skift fara fram í serskildum skiftiøki. Hvør luttakari skal hava eina balju við, har klæðir og útgerð hjá viðkomandi skulu vera í.

  • Áðrenn farið verður at svimja, verður baljan stillað í skiftiøkið, ið er inni í sjálvari svimjihøllini beint við hurðina við rutsjebanan.
  • Tá liðugt er at svimja, rennur hvør luttakari niðan til sína balju, letur seg í til súkklingina, og leggur brillur og annað frá svimjingini í baljuna.
  • Baljan verður síðani sett av fyrireikarunum til skiftiøkið.
  • Tá liðugt er at súkkla, verða súkkluskógvar og hjálmur lagdir í baljuna, og skift verður í renniskógvarnar.
  • Tað er ikki loyvt at fara á súkkluna áðrenn skiftimarkið á veg út úr skiftiøkinum. Á veg inn í skiftiøkið skal íðkarin av súkkluni áðrenn linjuna við skiftimarkið.

Tað er týdningarmikið, at reglurnar fyri skiftiøki verða hildnar. Dómari verður á staðnum, og um neyðugt, verður tíðarstraffur givin fyri brot. Hetta verður lýst nærri í startkunningini.

Svimjing

Svomið verður í Svimjihøllini í Gundadali. Svomið verður aftur og fram á banunum og svimjara svimja í somu geil allan teinin. Hjálparar verða at telja.

Súkkling

Súkklað verður á kappsúkklu og loyvt er at drafta. Tískil er tíðarsúkkla ikki loyvd.

Súkklað verður millum rundkoyringarnar Svimjihøllin-Skansin-Føroya Tele tvær ferðir, soleiðis at farið verður frá svimjihøllini á Eystara Ringveg, framvið Strond, runt rundkoyringina við Skansan, aftur fram við Strond, til høgru við Hvítanesvegin og niðan til rundkoyringina við Klingruna/Føroya Tele, oman eftir Hvítanesvegnum aftur til Eystara Ringveg og niðan  til rundkoyringina við Svimjihøllina. Fyrstu ferð verður vent út á hesa runduna aftur. Aðru ferð verður súkklað til skiftiøkið við svimjihøllina til T2. Teinurin er tilsamans 19 km og 250 hm.

Góðkendur súkkluhjálmur (CE Merktur) er eitt krav fyri at luttakað. Hjálmur skal verða á høvdinum og spentur fastur áðrenn súkkluna verður tikin av stativinum. Vanligar ferðslureglar eru galdandi. Tí verður tað rátt til at vísa stórt skynskemi, hóast tað er kapping.

Renning

Runnið verður frá svimjihøllini við sólini eftir Eystara Ringvegi, framvið Strond, gjøgnum miðbýin, eftir Hoydalsvegnum, framvið Gundadalshøllini, eftir gøtuni niðan til Dansifrøi og á mál við svimjihøllini. Teinurin er 4,9 km við 60 hm.