Sunnudagstúrur V7
Teinurin í viku 7
Sandoyggin hevur mangan verið karmur um kappingartiltøk og sjálvandi eisini felagstúrar. Ein teinur, ið hevur verið nýttur fleiri ferðir, og eisini er teinurin fyri FM kappingina í 2022, er við byrjan úr Skálavík, súkklandi gjøgnum Sand til Skopunar at venda aftur móti Sandi, Húsavík og Dali at venda aftur móti Skálavík. Teinurin er góðar 51 km langur og hevur beint um 1000 hæddarmetrar. Tey ið halda Sandoynna verða flata, halda kanska nakað annað aftaná at hava roynt túrin.
Hetta er fyrstu ferð vit royna teinin talgildan, og tí verður tað við fyrivarni fyri hvussu teinurin spælist av. Rubberband funkan er virkin. Hon javnar støðið millum øll luttakandi, soleiðis at lættari er at fylgjast óansæð støði.
Melda til tiltakið
Kotan til tiltakið á RGT er: mAnaBpwDVm
Sí kunning á heimasíðuni um hvussu tú meldar til:
https://www.sst.fo/kunning/roynt-verdur-vid-talgildari-innisukkling-sunnudag-13-2-og-mikudag-16-2/
Lýsing
- Grein: inni
- Dato: 20. februar 2022
- Byrjan: kl. 15:00
Bólkar
- Opin bólkur