Helgi enn eitt føroyameistaraheiti í súkkling

FM-kappingarnar í súkkling og triathlon halda fram.

Mikukvøldið 4. september varð kappast um FM í tíðarsúkkkling á teinunum millum Strendur og Skálafjørð. Kappingin varð skipað sum einkultstartur, har ávís tíð var millum startin hjá einstøku súkklarunum.

Líkindini vóru av teimum bestu, og heili 15 súkklarar høvdu tikið við avbjóðingini. Tá teir vóru komnir á mál, vísti tað seg at vera tætt millum fleiri teirra.

Nakað av aldursmuni var millum ymsu súkklararnar, og tí varð kappast í 4 ymiskum bólkum: opnum bólki, M40, M50, M60.

Í opna bólkinum helt Helgi Winther Olsen úr Fjallasúkklufelagnum á við síni sigursgongd. Hann vann opna bólkin við tíðini 37.43,7 min., frammanfyri Paula Poulsen 39.41,4 og Bergtór Torsteinsson við 41.32,3. Teir koyra báðir fyri Norðstrok.

Pauli, Helgi og Bergtór

Í bólkinum M40 vann Finnur Koba við tíðini 47.03,2 min. frammanfyr Eirik Joensen við tíðini 47.34,1 min.

Finnur

Í bólkinum M50 vann Jóhan M. Jacobsen, Norðstrok, við tíðini 46.11,1 min. framanfyri Tórarinn Didriksen úr Tórshavnar Súkklu- og Triathlonfelag við 46.31,9 min. og Eyðun Jakobsen úr Tórshavnar Súkklu- og Triathlonfelag við 49.01,9 min.

Dardus

Bólkin M60 vann Andrass Joensen úr Tórshavnar Súkklu- og Triathlonfelag við 41.47,8.

Andrass, sum vann bólkin M60, og Hávard. Teir kappaðust í hvør sínum bólki, men bert 1,4 sekund var millum teir á degnum.

Øll úrslitini eru at finna her.