Váðameting til feløg 

 

Trygdarhandbók fyri skipaða súkkling: Strategisk váðastýring og trygdarmenning 

Formæli – Trygd sum grundarlag 

Endamálið er at umseta torskild reglukrøv og trygdarstandardir til greiðar og verkligar mannagongdir, sum felagsleiðarar, venjarar og sjálvboðin kunnu nýta í dagliga virkseminum og byggir beinleiðis á altjóða trygdarstandardirnar hjá UCI og 2030 Cycling’s Agenda.  

Í SST verður trygd mett sum ein strategisk fortreyt fyri, at súkkluítrótturin kann mennast og vaksa á burðardyggan hátt. 

Ein sterk trygdarmenning snýr seg ikki bert um at fyribyrgja vanlukkum, men eisini um at skapa eitt felag, har ábyrgd er ein natúrligur partur av hvørjari venjing, hvørjari kapping og hvørjum tiltaki. 

Við skipaðum mannagongdum tryggja vit, at súkkling framhaldandi er ein sunnur og spennandi ítróttur, sum styrkir bæði likam og sálarheilsu undir tryggum og ábyrgdarfullum umstøðum. 

Váðametingin er leiðbeining til feløg, so felagstúrar og –venjingar kunnu gerast so tryg sum til ber.  

Váðametingin er skriva til : 

  • Venjarar  
  • Felagsleiðarar 
  • Sjálvboðin  
  • Dagliga venjing og felagstúrar 

 

 

Strategisk grundarlag og Duty of Care  

 

Hvat merkir “Duty of Care”? 

Duty of Care – ella umsorganarskylda – er løgfrøðiliga og moralska ábyrgdin, sum er grundarlagið undir øllum virksemi hjá einum súkklingarfelag. 

Sum fyriskipari hevur felagið ábyrgd av at minka um vandan við góðari fyrireiking, skynsamari ætlan, skikkaðum eftirliti og greiðum samskifti. 

Tað er týdningarmikið at skilja, at vantandi skjalfesting av váðametingum kann fáa álvarsligar avleiðingar. 

Skipanarlig krøv 

Fyri at lúka trygdarstandardirnar hjá SST og UCI skulu øll súkklingarfeløg sum minimum tryggja, at hesi krøv verða fylgd: 

  • Kravd hjálmnýtsla: Eingin súkklari kann luttaka uttan ein rætt tillagaðan og góðkendan súkkluhjálm.  
  • Skipað váðameting: Teinar skulu metast frammanundan, og serlig vandastøð skulu skjalfestast.  
  • Neyðmannagongdir: Greiðar mannagongdir skulu vera fyri vanlukkur, fyrstuhjálp og handfaring av neyðstøðum.  
  • Skikkað leiðsla: Venjingar og túrar skulu verða leidd av útbúnum ferðarleiðarum, sum kenna førleikastøðið hjá luttakarunum.  
  • Eftirlit við útgerð: Allar súklur og annað útgerð skulu kannast, áðrenn farið verður av stað.  

 

Strategisk ábyrgd 

Yvirskipaða ábyrgdin hjá felagnum er at tryggja, at alt virksemi verður framt innan galdandi lógir, reglur og trygdarstandardir. 

Við einari sterkari trygdarmenning verja vit ikki bert luttakararnar, men eisini felagið, sjálvbodnu leiðararnar og framtíðina hjá súkkluítróttinum. 

Ein skipað og skjalfest trygdarskipan er tí ein grundleggjandi fortreyt fyri einum tryggum, ábyrgdarfullum og burðardyggum súkkluvirksemi. 

Løgfrøðilig ábyrgd  

Samanspæl millum lóggávu og ítróttarligar reglur 

Skipað súkkling fer oftast fram á almennum vegum og krevur tí, at ásetingarnar í ferðslulógini verða fylgdar í samspæli við reglurnar hjá súkkluítróttinum. 

Hetta samanspælið er avgerandi fyri at minka um løgfrøðiliga ábyrgd hjá felagnum og samstundis verja trúvirðið og álitið á súkkluítróttin bæði hjá almenninginum og myndugleikunum. 

Ferðslulógin 

Luttøka í skipaðum súkkluvirksemi frítekur ongantíð einstaka súkklaran frá skylduni at fylgja ferðslulógini. 

Ábyrgdin hjá fyriskiparanum er at tryggja, at luttakararnir ferðast á ábyrgan hátt í ferðsluni. Hetta merkir, at teir: 

  • fylgja ferðsluteknum og ferðsluljósum,  
  • halda seg høgrumegin á vegnum, tá tað er kravt,  
  • vísa fyrilit mótvegis øðrum ferðandi,  
  • og súkkla á ein varnan og tryggan hátt.  

Undir bólkasúkkling hevur ferðarleiðarin ábyrgdina av at samskipa bólkin og tryggja, at allir luttakarar fylgja galdandi ferðslureglum. 

Standardir hjá UCI 

UCI halda ítróttarligu reglurnar støðugt og miðvíst fyri at tryggja eina høga trygdarstøðu. 

UCI byggir sítt trygdararbeiði á SafeR-skipanina , sum er ment fyri at styrkja trygdina í landevegssúkkling. 

Somuleiðis verður UCI SpeakUp nýtt sum ein trúnaðarligur fráboðanarpallur, har luttakarar kunnu boða frá viðurskiftum, ið snúgva seg um integritet, trygd ella aðrar álvarsligar stúranir. 

 

Brot á reglur og agaviðurskifti(disciplin) 

Brot á trygdarreglur ella atferðarreglur kunnu hava við sær revsingar. 

SST kan vísa á, at reglurnar verða handhevdaar við álvara, við at almannakunngerða straffir . Til dømis: 

  • John Doe (John Doe CC – Junior) fekk eina ávaring fyri at hava skaðað umdømið hjá ítróttinum við óhóskandi atburði.  

 

Týdningurin av reglueftirfylging 

Hesi dømini vísa, at eftirfylging av reglum er ikki eitt val, men ein grundleggjandi fortreyt fyri tryggum og ábyrgdarfullum súkkluvirksemi. 

At fylgja galdandi lógum, reglum og trygdarstandardum er ein fortreyt fyri at fyribyrgja vanlukkum og handfara teir váðar, sum verða lýstir í næsta kapitli. 

 

Váðameting fyri venjing og felagstúrar  

Mannagongd fyri váðameting 

Eyðmerking av váðum fer fram við einari virknari og skipaðari meting av rutuni og umhvørvinum. 

Fyri hvønn váða verða bæði sannlíkindini fyri, at ein hending fer fram, og møguligu avleiðingarnar mettar. Hetta ger tað møguligt at seta hóskandi trygdartiltøk í verk, áðrenn ein skaði hendir. 

Ein skipað váðameting er ein av týdningarmestu fortreytunum fyri at fyribyrgja vanlukkum og tryggja eitt høgt trygdarstøði í skipaðum súkkluvirksemi. 

 

Flokking av høgrisikováðum 

Váði  Møguligir skaðar  Váðastøði 
Samanstoytur við motorfør  Kúpubrot, álvarsligir heilaskaðar og deyði.  Høgt 
Brek og skaðar í vegnum  Brotið øsbein, brot í hondliðum og álvarsligar húðskaðar (road rash).  Høgt 
Vegamót og rundkoyringar  Fleiri álvarsligir skaðar vegna síðusamanstoyt (T-boning) ella samanbrest við tvørgangandi ferðslu.  Høgt 
Hált ella vátt vegalag  Brot nær mjødnini, húðskaðar og fjøldarfall.  Høgt 
Vánalig sjónligheit  Ákoyring aftanífrá ella samanstoytur við fastar forðingar.  Høgt 

 

Menniskjaligir faktorar 

Menniskjaligir faktorar eru ein týðandi orsøk til vanlukkur. 

Serliga møði og ovurvenjing kunnu minka um: 

  • reaktiónstíðina,  
  • ansnið (konsentratiónina),  
  • og evnini at taka skjótar og rættar avgerðir.  

Hetta økir vandan fyri óneyðugum fallum og samanstoytum í bólkinum. 

Somuleiðis kann vantandi roynd við bólkasúkkling skapa óvissu og ótryggar støður. 

Óroyndir súkklarar hava ofta trupult við at halda javna ferð og rætta frástøðu til súkklaran frammanfyri, og hetta kann elva til sokallað harmonikafall, har eitt lítið brems ella ein lítil feilur spreiðir seg gjøgnum allan bólkin og førir til fleiri samstundis fall. 

Hóast hesin váðin vanliga verður mettur sum miðal, kann hann skjótt gerast álvarsligur í størri bólkum ella undir truplum ferðsluviðurskiftum. 

 

Fyribyrging við skipaðari váðameting 

Við skipað at eyðmerkja og meta um hesar váðar verður møguligt at seta fyribyrgjandi tiltøk í verk, áðrenn vanlukkur henda. 

Hetta gevur bæði felagnum og ferðarleiðarunum eitt betri grundarlag fyri at verja luttakararnar og skapa tryggar karmar fyri venjing, túrar og kappingar. 

M-Check  

Fyribyrgjandi arbeiðslag 

Skipað eftirlit og fastar mannagongdir minka um munin í trygdarstøðinum frá ferð til ferð. 

Við at hava somu mannagongdir fyri eftirlit av útgerð og atburði verður ein tryggdarforðing skapt, sum virkar óheft av dagsformi, royndum og førleikum hjá einstaka súkklaranum. 

Fyribyrging er altíð betri enn at handfara avleiðingarnar av einari vanlukku. 

 

Teknisk trygd – M-Check 

Fyri at fyribyrgja mekaniskum brekum skulu allar súklur gjøgnumganga eitt M-Check, áðrenn farið verður av stað. 

M-Check fylgir súkkluni í einum M-mynstri, frá framhjóli til bakhjól. 

Hjól 

Kanna: 

  • at quick-release ella gjøgnumgangandi aksil situr rætt fastur,  
  • at bremsan virkar, sum hon skal,  
  • at dekkið hevur rætt lufttrýst og er í góðum standi.  
  • at gearskipanin virkar rætt, 

 

Stýri 

Kanna: 

  • at eingin slarkur er í framgaffli ella stýrisetti,  
  • at stýringin gongur lætt og uttan mótstøðu.  
  • at stýrið og stýrispindilin eru rætt spent,  
  • at stýrið ikki kann flyta seg ella snara óvæntað.  

Stel (Frame) 

Ger eina sjónliga kanning av stelinum og tryggja, at: 

  • ongar rivur eru,  
  • eingi tekin eru um troyttarbrot,  
  • og ongar aðrar skaðar kunnu ávirka trygdina.  

Setur 

Kanna: 

  • at setur og setupinnurin situr væl fast.  

 

Hjálmur og útgerð  

Røtt trygdarútgerð er seinasta verjan móti álvarsligum skaðum. 

Hjálmur 

Ein góðkendur og rætt tillagaður súkkluhjálmur minkar munandi um vandan fyri álvarsligum høvuðsskaðum. 

Ein hjálmur skal altíð skiftast út eftir eitt hart slag, eisini hóast eingin sjónligur skaði sæst. 

Sjónlig trygdarklæði (High-Vis) 

Av tí at vánalig sjónligheit er mett sum ein høgrisikofaktor, verður mælt til at brúka: 

  • klæði við endurskini,  
  • sjónligar litir,  
  • og góðkendar súkklulyktir – eisini um dagin, tá ferðsluviðurskiftini gera tað ráðiligt.  

Hetta ger tað lættari hjá bilførarum og øðrum ferðandi at fáa eyga á súkklarar í góðari tíð. 

Hanskar og súkklubrillur 

Hanskar verja hendurnar móti húðskaðum (road rash) við fall. 

Súkklubrillur verja eyguni móti: 

  • smásteinum,  
  • skitti,  
  • insektum,  
  • og øðrum lutum, sum kunnu koma í luftini undir súkkling. 

 

Veðurmeting 

Veðrið kann hava avgerandi ávirkan á trygdina. 

Tá útlit eru til: 

  • Nógvan vind,  
  • hálku,  
  • nógv regn,  
  • ella aðrar vandamiklar umstøður,  

skal rutan leggjast um, ferðin minkast, ella tiltakið útsetast ella avlýsast, um trygdin krevur tað. 

Til hetta endamálið hevur UCI gjørt UCI Extreme Weather Protocol, sum fevnir um nógv meira enn bert ekstreman hita. Hon inniheldur eisini leiðreglur fyri: 

  • sterkan vind,  
  • regn,  
  • kava,  
  • hegling,  
  • toruveður,  
  • og onnur ógvuslig veðurviðurskifti.  

Parturin um høgar temperaturir er tó tann mest nágreiniliga lýsti. 

Les meira um veðurmeting her 

Leiðsla av bólkasúkkling  

Leiklutur ferðarleiðarans 

Ferðarleiðarin (Ride Leader) hevur ábyrgdina av at leiða bólkin á ein tryggan og skipaðan hátt og tryggjar, at allir luttakarar fylgja galdandi reglum og mannagongdum. 

Undir allari ferðini hevur ferðarleiðarin ábyrgdina av: 

  • trygdini hjá bólkinum,  
  • góðum aga,  
  • samskiftinum í bólkinum,  
  • og felagsins umsorganarskyldu (Duty of Care). 

Viðmælt lutfall millum leiðarar og súkklarar 

Málbólkur  Lutfall (leiðari : súkklarar) 
Byrjarar og børn  1 : 6 
Royndir súkklarar  1 : 10 
Rutineraðir felagssúkklarar  1 : 15 

Við størri bólkum skal altíð verða útnevndur ein aftasti leiðari (Sweep Rider). 

Hann koyrir aftast í bólkinum og hevur ábyrgdina av at: 

  • tryggja, at eingin verður eftir,  
  • hjálpa við mekaniskum brekum,  
  • stuðla troyttum ella skaddum súkklarum,  
  • og tryggja samskiftið millum fremsta og aftasta part av bólkinum.  

 

Førleikar og samskifti 

Ein ferðarleiðari skal: 

  • hava viðkomandi útbúgving ella skeið í leiðslu av bólkasúkkling,  
  • hava galdandi førleika í fyrstuhjálp,  
  • kenna rutuna væl,  
  • duga at meta um váðar og taka neyðugar avgerðir.  

Greið samskifti er ein av týdningarmestu fortreytunum fyri trygga bólkasúkkling. 

Allir luttakarar skulu kenna og brúka vanlig boð og hondartekin. 

Vanlig munnlig boð eru til dømis: 

  • “Hol!”  
  • “Bil frammanfyri!”  
  • “Bil aftanífrá!”  
  • “Steðga!”  
  • “Sakta!”  

Øll boð skulu endurtakast gjøgnum allan bólkin, soleiðis at allir fáa somu kunning í góðari tíð. 

 

Tjekklistar  

Skipan áðrenn farið verður av stað 

Ein tjekklisti tryggjar, at eingir týðandi lutir verða gloymdir í fyrireikingunum undan venjing ella kapping. 

 

Tjekklisti áðrenn fráferð 

Eftirlit við súkkluni (M-Check) 

  • Fram- og bakbremsa virka, sum tær skulu. 
  • Dekkini hava rætt lufttrýst og eru uttan rivur ella skaðar. 
  • Stýrisett og stel eru kannað fyri leysar skrúvur og skaðar. 
  • Keta og gear virka uttan óljóð. 

 

Fyrireiking hjá súkklaranum 

  • Hjálmurin situr rætt og er væl spentur. 
  • Sjónlig trygdarklæði og endurskin verða nýtt eftir tørvi. 
  • Fartelefonin er fulluppladdað, og samleikaprógv er við. 
  • Nóg mikið av vatni og føði er tikið við í mun til longdina á túrinum. 

 

Fyrireiking av bólkinum 

  • Ferðarleiðari og Sweep Rider eru útnevndir. 
  • Bólkurin hevur fingið kunning um rutu, vandastøð, veður og møgulig savningarstøð. 
  • Fyrstuhjálparútgerð og neyðútgerð til mekanisk brek (slanga, pumpa o.s.fr.) eru við. 
  • Neyðnummur eru kend hjá leiðarunum. 

 

Mannagongd við vanlukkum  

Um ein vanlukka hendir, skal ferðarleiðarin beinanvegin taka ábyrgdina. 

Tryggja vanlukkustaðið 

Tryggja, at tey skøddu eru vard móti víðari ferðslu og øðrum vandum. 

Meta um skaðar 

Kanna: 

  • um viðkomandi er við medvit,  
  • um tekin eru um heilaskjálvta,  
  • um brot ella aðrir álvarsligir skaðar eru, til dømis í kragabeini ella hondliði.  

Boða frá 

Ring 112, um talan er um álvarsligan skaða ella lívshættisliga støðu. 

Frágreiðing 

Allar vanlukkur og álvarsligar hendingar skulu skjalfestast og fráboðast trygdarábyrgdaranum hjá felagnum. 

Hetta hevur týdning fyri: 

  • læring og betran av trygdararbeiðinum,  
  • og neyðuga skjalfesting í sambandi við tryggingarmál. 

 

Incident reporting 

Hvør er trygdarumbooð?????? 

Samannumtøka 

Henda handbókin er eitt livandi skjal, sum javnan eigur at verða dagført í samsvari við nýggjastu royndirnar, reglurnar og altjóða trygdarstandardirnar. 

Øll – frá elitusúkklarum til motionistum, venjarum, leiðarum og sjálvbodnum – hava eina felags ábyrgd av at skapa eina sterka trygdarmenning. 

Við skipaðum mannagongdum, góðari útbúgving og einum greiðum fokus á okkara umsorganarskyldu (Duty of Care) leggja vit grundarlagið undir framtíðar súkkluítrótt. 

Trygd er ikki ein forðing fyri góðum avrikum – hon er sjálv fortreytin fyri teimum.