SST tjeklisti greining
Fyrirreiking
Ein av visiónunum hjá SST er at betra um trygdina á kappingum, soleiðis at íðkarar og avvarðandi kenna seg trygg við at luttaka í SST-kappingum. SST-tjekklistin skal hjálpa fyriskiparum at skipa kappingar, har trygdin er í lagi.
Endamálið við hesum tjekklista er eisini at tryggja, at SST-kappingar verða fyriskipaðar eftir sama høga støði – bæði tá talan er um kappingartein, kunning um kappingina, áskoðaravinarlig viðurskifti og ikki minst trygd.
Rutuætlan og trygd
Tá tit leggja kappingina og teinin til rættis, er týdningarmikið at finna eina góða javnvág millum ítróttarliga avbjóðing og bestu møguligu trygd – bæði fyri íðkarar og aðra ferðslu.
Hav eisini í huga, at teinurin skal leggjast út frá, at luttakararnir ikki bara súkkla ein túr, men kappast og tí koma við høgari ferð.
Áðrenn søkt verður um loyvi frá løgregluni til at halda kappingina, skal kappingarteinurin vera fastlagdur.

Tá teinurin er ásettur, skal gerast ein ætlan fyri skelting, flaggpostar og merking av vandamiklum støðum. Hugsað skal m.a. um vegamót, útkoyringar, gonguteigar, bussteðgipláss og onnur støð, har tørvur kann vera á at steingja ella einsrætta ferðsluna.
Eisini skal umhugsast, um forðingar eru á teininum, t.d. skelti, lyktapelar, garðar, hol í vegnum ella annað, sum eigur at verða merkt og møguliga polstrað.
Metið eisini um tað eru støð á teininum, har tørvur er á fólki, sum tryggja, at bilar ikki koyra inn á teinin, meðan íðkarar koyra framvið. Somu fólk kunnu eisini tryggja, at íðkararnir halda rætta kós.
Á longri teinum kann tað vera skilagott at leggja inn millumtíðir, so lættari er at síggja, hvussu langt luttakararnir eru komnir.
Eitt ruskøki (dropzone) skal vera, har íðkarar kunnu tveita rusk. Hetta ger uppruddingina eftir kappingina lættari. Best er, um ruskøkið er eitt stað, har ferðin ikki er ov høg, t.d. í eini brekku.
Um neyðugt er við ávarðingarskeltum til aðra ferðslu á innkomuvegum, skulu tey setast upp á sjónligum støðum.
Tað kann eisini vera gagnligt at samskifta við kommununa. Ofta kunnu tey hjálpa við útgerð, sum t.d. skeltum, avbyrgingum og øðrum praktiskum.
Til vegkappingar kann eisini vera aktuelt at meta um tørvur er á løgreglu við úti á teininum.
Máløkið
Tá máløkið verður fastlagt, eigur at verða umhugsað, um vegurin skal steingjast ella einsrættast fyri ferðslu.
Eisini skal takast støða til, hvussu máløkið verður avbyrgt í mun til áskoðarar.
Endaspurtteinurin eigur helst at vera minst 200–300 metrar langur og uttan vandamikil sving ella forðingar.
Samstundis er gott at hugsa um, at máløkið eisini skal vera áskoðaravinarligt.
Loyvi
Tá kappingarteinurin er fastlagdur, skal søkjast um loyvi hjá løgregluni at halda kappingina.
Her skal upplýsast um tíð og stað fyri kappingina, um byrjan og mál eru á sama staði ella ymiskum støðum, og hvussu leingi kappingin væntast at vara.
Umsóknin skal vera politinum í hendi í seinasta lagi 8 vikur áðrenn tiltakið. Tað er ikki loyvt at lýsa við kappingini, fyrr enn loyvi er givið.
Umsókn skal sendast til loyvispostkassan.
Uppgávur
Fólk skulu finnast til ymiskar uppgávur, t.d.:
-
høvuðsdómara (SST útvegar dómara)
-
flaggpostar
-
frásøgufólk
-
myndafólk
-
møguligar fylgibilar
Høvuðsdómarin er kappingarleiðari og hevur ábyrgdina fyri, at kappingin fer rætt og trygt fram.
Hann hevur eisini ábyrgd av at gjøgnumganga SST-tjekklistan og meta um, hvussu nógv av punktunum eru fylgd.
Trygdin á kappingini er í stóran mun treytað av teimum, sum eru við í tiltakinum – bæði íðkarum, hjálparfólki og dómarum. Tí er týdningarmikið, at kunningin er greið og beinrakin.
Høvuðsdómarin hevur ábyrgd av at kunna flaggpostar um teirra uppgávur.
Somuleiðis kunnar hann íðkarar um teinin, dropzone, vandamikil støð og galdandi ferðslureglur, t.d. at súkkla skal í høgru síðu og vísa umhugsni.
Høvuðsdómarin hevur eisini trygdarábyrgd og samskifti við ambulansu, um neyðugt verður.
Ljóð og myndir
Ljóðútgerð er í kappingarvogninum. Frásøgufólkið skal kunna áskoðarar undan, undir og eftir kappingina, eisini í sambandi við heiðursmerkja-handanina.
Tá lítið er at kunngera, kann tónleikur spælast.
Myndafólk skulu taka myndir undir kappingini. Íðkarar eru ofta glaðir fyri myndir, meðan teir eru í gongd.
Myndir skulu eisini takast av heiðursmerkja-handanini og stemninginum annars. Myndirnar kunnu leggjast á heimasíðuna hjá SST og møguliga eisini á aðrar miðlar.
Hald av súkklukapping
Kappingardagurin
Á kappingardegnum skulu bæði luttakarar og hjálparfólk fáa neyðuga kunning.
Íðkarar skulu fáa greiða kunning um kappingarteinin, dropzone, vandamikil støð, vegarbeiði, flaggpostar, skelti og ferðslureglur, t.d. at halda seg í høgru síðu.
Hjálparfólk skulu eisini fáa greiða kunning um teirra uppgávur. Serliga er týdningarmikið, at flaggpostar skilja teirra ábyrgd og mandat.
Flaggpostar skulu bera sjónligar vestar, so onnur ferðsla skjótt sær, at eitt tiltak er í gongd.
Tað er eisini umráðandi, at allir luttakarar eru innritaðir til kappingina, so kappingarleiðarin veit, hvør byrjar, hvør er komin á mál, og hvør manglar.
Allir luttakarar skulu hava tíðtøku-brikk (chip).
Eisini skal avgerast, hvør handar heiðursmerkini. Um felagið hevur stuðlar, kunnu tey møguliga taka lut í handanini.
Umhugsað eisini eina sølubúð við kaffi og køkum. Hetta kann gera kappingina meira áskoðaravinarliga og samstundis geva felagnum eina inntøku.
Samskifti
Umhugsað eisini at kunna grannar og fólk, sum búgva nær við kappingarteinin. Hetta kann gerast við at leggja ein kunningarseðil í postkassan.
Somuleiðis kann tað vera skilagott at kunna bygdir og býir, sum teinurin fer ígjøgnum, tí onnur tiltøk kunnu vera sama dag.
Samskiftið um lýsing, tíðindaskriv og sosialar miðlar kann samskipast við Elsu.
Tað kann eisini skrivast eitt tíðindaskriv bæði áðrenn og eftir kappingina, við úrslitum og myndum.
Kappingin kann eisini lýsast við plakatum í handlum, ítróttarhøllum o.l.
Eftir kapping
Upprudding
Eftir kappingina skal útgerð takast niður og pakkast saman.
Tryggjað skal verða, at øll útgerð kemur aftur í kappingarvognin, og at bæði kappingarøkið og ruskøkið verða ruddað, so økið er í sama standi sum áðrenn kappingina.
Umsiting
Um útreiðslur hava verið í sambandi við kappingina, skulu kvittanir savnast saman og endurgjaldast teimum, sum hava lagt út.
Eftirmeting
Høvuðsdómarin og fólk frá felagnum eftirmeta kappingina.
Ætlanin hjá SST er eisini at senda út eitt eftirmetingarskjema til luttakarar.
Endamálið er at gera kappingarnar betri frá ferð til ferð við at tosa um:
-
hvat gekk væl
-
hvat kann gerast betri
-
hvørji evni eiga at verða tikin upp framyvir
Útgerð
SST hevur ein sokallaðan kappingarvogn við útgerð til kappingar.
Í vogninum er m.a.:
-
sigurpallur
-
pílaskelti
-
ljóðútgerð
-
tíðtøkuútgerð við chipum
SST letur eisini heiðursmerkini til kappingina, men felagið skal syrgja fyri at fáa tey gravað.
Trygd og reglugerð
Tilbúgving
Ein fyrsta hjálparkassi eigur at vera partur av kappingarvogninum.
Dopingeftirlit
ADF skal kunnast um kappingina, ella fáa ein kappingarlista fyri alt árið.