Kappingarhondbók

SST ynskir at hava fleiri kappingar á sama høga og trygga støði. Hetta er liður í arbeiðinum at stuðla visiónini um at fáa fleiri at súkkla, fáa fleiri ung við í ítróttin, og ikki minst at lyfta trygdina í kappingum upp á eitt støði, har bæði luttakarar og foreldur at børnum, sum súkkla, kunnu kenna seg heilt trygg.

Kappingarhondbókin skal gera tað lættari hjá fyrireikarum at røkka hesum málið.

At byrja við verður dentur lagdur á trygd, men ætlanini er at kappingarhondbókin skal rúma í sambandi við kappingar, um tað so er Býarkoyring, fjallasúkkling, triatlon ella annað.

Kappingar fyriskipan

 

Greinan av kappingarsløgum

Her vilja vit greina tey ymisku kappingarsløgini, soleiðis at eingin ivi skal vera um, at ein kapping livir upp til sama SST-standard fyri tað ávísa kappingarslagið.

  • Vegsúkkling
  • Tíðarkoyring
  • Býarkoyring
  • Triathlon
  • MTB – XCM
  • MTB – XCO
  • MTB – XCC