SST tjeklisti greining

Fyrirreiking 

Ein av visiónunum hjá SST er at betra um trygdina á kappingum, soleiðis at ýðkarar og avvarandi føla seg trygg við luttøku á SST kappingum. SST tjeklistin skal hjálpa fyriskiparum at halda kappingar har trygdin er í lagi.  Hesin tjeklisti skal verða við til at SST skipa kappingar haldast eftir sama høga leisti, um tosað veruð um tein, upplýsing av og um kapping, áskoðaravinarlig og ikki minst trygd. 

Rutuætlan og trygd 

Tá tit leggja kappingina og teinin til rættis, hugsað um at tað skal verða javnvág millum íttrotarliga avbjóðing og bestu trygd, bæði fyri íðkarar og ferðslu annars. Hav eisini í huga, at teinurin skal skipast út frá, at luttakararnir ikki bara súkkla ein túr, men kappast og tí koma við ferð.

Áðrenn tit kunnu søkja løgregluna um loyvi til kappingar, skal kappingarteinurin ásetast.  

Tá teinurin er fastlagdur, legg eina æltan við skeltum, ‘flagpostum’, og eyðmerkj vandmikil støð. Eru vegamót, útkoyring, gonguteigar, bussteðgipláss og annars støð sum skullu stongjast ella einsrættast. Umhugsað eisini um tað eru forðingar t.d. skelti, lyktapelar, garðar, hol í vegnum og annað sum skal merkjast og kanska polstrast. 

Met um tað eru støð á teininum, har neyðugt er við fólki, sum tryggja, at bilar ikki koyra inn á teinin, meðan íðkarar koyra framvið. Hesi kunnu samstundis tryggja, at íðkararnir halda rætta kós.

Til longri teinar, umhugsa at leggja millumtíðir, so síggjast kann hvussu langt luttkarar eru.

Tað skal verða eitt ruskøkið(dropzone) har íðkarar kunnu tveita rusk. Hetta ger tað lættari at rudda eftir kappingina. Tað er best at rusk økið er har ferðin ikki er høg, t.d. í eini brekku.  

Er neyðugt við ávarðingarskelti á innkomuvegum, til aðra ferðslu, set tey sjónlig støð. 

Tosað eisini við kommununa, ofta kunnu tey hjálpa meira enn hildi verður, eitt nú við skeltum, avbyrgingum, sópa horn v.m. 

Til vegkappingar, kann umhugsast tørvur er fyri løgreglu á teinunim. 

Máløkið 

Tá máløkið er fastlagt, umhugsað um vegurin skal stongjast ella einsrættast fyri ferðslu. Hvussu skal máløkið avbyrgjast í mun til áskoðarar? Endaspurtteinurin skal helst verða minst 200 – 300 metrar, uttan vandamikil sving og forðingar. Hugsað her eisin um at málteinurin skal verða áskoðaravinarligur.  

Loyvi 

Tá teinurin er fastlagdur, skal løgreglan søkjast um loyvið at halda kappingina. Her skal hugsast um tíð og stað, er byrjan og mál ymisk ella sama stað.  Hvussu leingi kappingin væntast at verða í gongdm tað vil siga, hvussu leingi skal loyvi verða galdandi. 

Kappingar skullu søkjast sum hissiniloyvi og verða viðgjørd av politinum, sum sendir umsóknina til viðkomandi kommunu til ummælis, um tað er neyðugt. Umsóknin skal vera politinum í hendi í seinasta lagi 14 dagar áðrenn tiltakið. Tað ikki er loyvt at lýsa við tiltakinum, fyrr enn loyvi er fingið frá politinum.

Umsókn um hissiniloyvi skal sendast til loyvispostkassan

Uppgávur 

Fólk skullu finnast til høvuðsdómara(SST kemru við dómara), flaggpostar, frásøgufólk, myndafólk og møguligar fylgibilar.

Høvusdómarin er kappingarleiðarin, og hevur ábyrgdina fyri at kappingin fer rætt og trygt framm.  

Høvuðrdómari hevur eisini ábyrg av at gjøgnumganga SST tjeklistan, og avgerð hvussu nógv punkt eru fylgd.  

Trygdin til kappingar velst nógv um tey sum eru við til tiltakið, um tað so er íðkarar ella hjálparfólk og dómarar. Tí er umráðandi at kunning um hetta er beinrakin. 

Høvuðsdómarin kunnar flagpostar um teirra uppgávu.

Høvuðsdómarin kunnar íðkarar um teinin, dropzone, vandamikil støð, og ferðslureglur annars, t.d. at koyrast skal í høgru síðu, vís umhugsni. 

Høvuðsdómarin hevur trygdarábyrgd og kontakt til ambulansu um neyðugt. 

Ljóðútgerð er í kappingarvogningum, og tankin er her at frásøgufólk skal siga frá undan, undir og við heiðursmerkja handanina. Tá einki er at siga frá, skal tónleikur spæla.  

Myndafólk skal takað myndir undir kappingini. Er tað nakað íðkarar eru glaðir fyri, eru tað myndir av teimun, meðan tey eru í gongd. Myndir skullu eisini verða af heiðurmerkja handan, og stemningi annars. Myndirnar leggjast á heimasíðuna hjá SST, og kunnu eisin leggjast aðrastaðni, um tað ynskist.  

 

Hald av súkklukapping 

Kappingardagurin 

Kunning til súkklarar – hvat skullu luttakarar hava at vita innan kappingin verður sett í gongd(teinur, dropzone, hol i vegnum, vegarbeiði, flagpostar, skelti, ….haldi tykkum í høgru síðu m.m.) 

Á kappingardegnum skullu luttakara og hjálparfólk hava kunning.  

Hjálparfólk skullu hava kunning um teirra uppgávu, her er serliga umráðandi at flagpostar vita og skilja teirra rollu og mandat. Tey skullu eisin hava sjónligar vestar, soleiðis at ferðslan ikki er í ivar um at her hendur okkurt.  

Tað er umráðandi at allir luttakarar eru innritaðir til kappingina, soleiðis at kappingarleiðarin veit hvør byrjar kappingina, hvør er komin á mál, og hvør manglar. Allir luttakarar skullu hava brikk(chip) til kappingina.   

Avgerð hvør skal handa heiðursmerkini. Hevur felagið ein stuðul, vilja tey kanska verða við til handanina. Skal frásøgufólkið siga nakað ávást við handanina? 

Umhugsað eina sølubúð til kappingina, har kaffi og køkur kunnu keypast. Hetta er við til at gera súkkluítrottin meira áskoðaravinarligan, og tað gevur pening í kassan.   

Samskifti 

Umhugsað kunning til grannar og tey sum búgva tætt uppat kappingarøkinum. Hetta kann gerast við at leggja ein lepa í postkassan. Hetta er við til at økja vitanina og fatan um kappinina. Umhugsað eisin at kunna bygdir og býir teinurin kemur í gjøgnum. Tað kundi verið at onnur tiltøk eru fram við teinunum, sum bæði kann verða ein fyrimunur og vansa fyri kappingina.  

Tosað við Elsu om at samskipa Lýsing/Tíðindaskriv/SoMe.

Skriva eitt tíðindarskriv um kappingina áðrenn, og aftaná við úrsliti og myndum. Umhugsað eisini at lýsa kappingina við t.d. plakatum í handlum, ítrottar høllum v.m.. 

Aftaná kapping 

Upprudding 

Niðurtøka af útgerð, hav fólk til tað. Tryggja at øll útgerð kemur uppá pláss í kappingarvognunum, og rudda kappingarøki og ruskøkið(dropzone), so øki er sum áðrenn kappingina.  

Umsiting 

Útlegg – Um tað eru útreiðslur í samband við kappingina, so samla kvittanir saman, og syrg fyri at tær verða afturgoldnar til tey sum hava lagt út.  

Eftirmeting – Høvuðsdómari og fólk frá felagnum eftirmeta kappingina. SST hevur ætlanir at senda eftirmetingar spurnarskjal til luttakarar, men tað verður klárt seinri.  

Fyri at kappingarna kunnu gerast betri og betri, er ætlanin at eftirmeta SST kappingar. Her skal tosast um hvat var gott, hvat kunnu við gera betri og eru evni/spurningar vit skullu hava viðgjørt.  

Útgerð 

SST hevur ein sokallaðan kappingarvogn, við útgerð til at halda kappingar. Í vogninum er sigurpallur, skelti við pílum, ljóðútgerð, tíðtakingar útgerð við chipum v.m.. 

SST letur heiðursmerkið til kappingina, men felagið skal syrgja fyra at fáa tey vega.

 

Trygd og reglugerð 

Tilbúgving 

Fyrsta hjálparkassi – skal nokk verða ein partur av kappingarvogninum.. 

Dopingeftirlit – kunna ADF um kapping – ella fáa tey ein kappingarlista fyri árið.