Venjingarlega fyri úrvalsíðkarar 3.-4. oktobur
Lýsing
Sum boðað frá á kunningarfundinum um landsliðsarbeiðið 21. septembur 2020, verður fyrsta felags venjingarlega fyri TRI, VEG og MTB longu vikuskiftið 3.-4. oktobur. Tað er stutt skotsbrá, men vit vóna góða undirtøku, so vit kunnu byrja eina góða samansjóðing.
Vit fara at halda legur kring landið og soleiðis at vit yvirnátta saman og brúka tíðina saman. Vegna stutt skotsbrá ov avbjóðingum við corona støðuni, verður hendan legan skipað við at íðkarar sova heima.
Sum tað eisini var sagt á kunningarfundinum, ynskja vit at bjóða øllum áhugaðum við á leguna.
Skrá
Leygardagur
- Kl. 8.45 – Møta við svimjihøllina í Gundadali
- Kl. 9-10 – Løtt venjing
- Teknikvenjing á kappsúkklu
- Kl. 10-12 – Prát við landsliðsvenjararnar
- Hvør ítróttagrein í sær
- Kl. 12-13 – Døgurði
- Breyð, ljóst og myrkt, við viðskera
- Kl. 14-16 – TT kapping ella felagsvenjing
- Tey ið ikki luttaka í kapping venja á kappsúkklu
- Kl. 16-17 – Sauna og gosbað
- Gosbað bílagt til 16.15 og 16.45
- Kl. 18-19 – Nátturi
- Spaghetti, kjótsós, salat
- Kl. 19-21 – Upplegg um venjing
- Kl. 21.30 – Góðanátt
Sunnudagur
- Kl. 9-10 – Styrkivenjing uppstart
- Hølið verður lýst, tað verður í einari fimleikahøll
- Kl. 11-14 – Spesifikkar venjingar fyri greinarnar hvør í sær
- MTB venur á fjallasúkklu
- TRI hevur svjimihøllini 11.30-13.30
- VEG venur á kappsúkklu
- Kl. 14-16 – Lýsing av tíðarætlanini fyri úrvalsarbeiðið
Gg. Øll venjingarlegan verður skipað frá Svimjihøllini í Gundadali og ÍSF húsinum. ÍSF húsið flytir í næstum og um neyðugt verður annað stað valt til mat og upplegg.
Tilmelding
Vinarliga sendið ein mail til sst@sst.fo og boðið frá um tit eru áhugað at luttaka á leguni. Spurningar verða eisini sendir á mailin. Vinarliga boðið frá skjótast gjørligt og seinast mikudagin 30. oktobur kl. 12.00.
Møtið fjølment
vinarliga
Landsliðvenjararnir