Snarathlon á Mentanardøgum
Fuglfirðingar fingu í fullan posa av mentanarískoyti á mentanardøgum, tá fólk í svimjiklæðum í flokki fóru oman í fjøruna at gera seg klár at leypa útí á døgurða. 26 luttakarar høvdu tikið av avbjóðingini at royna eitt Snarathlon – eitt stutt triathlon tiltak, har luttakarar skuldu svimja 160 m á sjónum og síðani súkkla 6 km og renna 1,6 km mitt í Fuglafirði.
Tað er ikki ofta, at so nógv fólk luttaka í slíkari avbjóðingi Føroyum og ei heldur ofta, at so nógv fólk heppa og stuðla íðkarunum. Um tað er víðagitna kassabilatiltakið, ið var beint aftaná, ið fekk fólk í gott lag, ella tað bara eru Fuglfirðingar sum eru blíðir og stuðlandi, skal vera ósagt, men stemningurin var fantastiskur og tað kendist aftur á luttarunum, sum fingu stuðul allan túrin.
Nógvar og ymiskar avbjóðingar í einum
Avbjóðingin var ymisk fyri hvønn luttakara. Fyri nógv, var tað fyrstu ferð, at tey luttóku í slíkum tiltakið. Tað at leypa á sjógv og svimja teinin út um boyurnar tvær ferðir, var ein avbjóðing í sjálvum sær hjá mongum. Spurd, hvussu tað kendist beint áðrenn byrjan, segði ein luttakari.
Eg var so spent. Tað var kalt og tá eg kom upp á land og skuldi í aftur, hevði eg hug at gevast. Men eg fór í aftur at svimja annað umfar um boyurnar og so gekst tað fínt allíkavæl.
Ein annar luttakari legði afturat.
Tá vit komu upp aftur og fóru á súkkluna, kendist tað ikki so kaltsum eg hevði væntað.
Allir íðkarar komu væl gjøgnum svimjingina og hildu á at súkkla og renna. Í báðum førum vóru teinarnir ein avbjóðing í sjálvum sær at koma ígjøgnum. Súkklað varð fleiri umførð niðan gjøgnum brøttu Toftagøtu, og bara tað at súkkla niðan, krevur sítt. Nógvar eru loysnirnar og onkur fór av og gekk niðan meðan onnur trýstu tað tey orkaðu og súkklaðu niðanum.
Síðani varð eisini runnið niðanum kirkjuna til Trongugøtu áðrenn vent var aftur oman móti máløkinum á Karvatoftum. At renna niðan, aftaná at hava bæði svomið og súkklað, er ein sonn avbjóðing, og tað sást aftur í móðum andlitum og tungum stevum. Tó so, hildu allir íðkarar á og megnaðu avbjóðingina tey høvdu sett sær sjálvum.
Spurd, hvussu tað kendist at hava megnað avbjóðingina, segði sami íðkari.
Eg eri stolt. Eg kláraði tað.
Væl skipað
Tað var sjónligt, at fyriskipararnir høvdu gjørt nógv burturúr at skipa tiltakið væl og at Fuglafjarðar Kommuna hevði veitt góða hjálp. Tá ein av fyriskiparunum varð spurdur, hvønn týdning hann helt tað gjørdi fyri tiltakið og fyri luttakararnar, at ein gjørdi sær ómak at skipa tað væl, svaraði hann:
Øll kunnu altíð bjóða sær sjálvum av í egnum lagi og renna og svimja fyri seg sjálvi, um tey vilja. Tá vit skipa fyri avbjóðingum eiga vit at hugsa, hvussu vit gera tað til nakað serligt fyri tey at luttaka, og hvussu júst hetta gerst ein góð og vónandi ógloymandi uppliving. Hvat kunnu vit leggja afturat, sum ger tað serligt?
Tað má ásannast, at karmarnir fyri ógloymandi uppliving fyri bæði luttakarar og áskoðarar vóru ógviliga góðir.
Tiltakið varð hildið leygardagin 2. septembur í samstarvi millum Fuglafjarðar Kommunu, Norðstrok, Sersambandið fyri Súkkling og Triathlon og aðrar fyriskiparar.