Úrslit og myndir frá Føroyaleikum og FM í Triathlon í Klaksvík

Tað var ein gleðilig løta í Klaksvík, tá ið Føroyaleikir og FM í Triathlon á olympiskum teini varð hildið fríggjakvøldið 9. juni. Eftir ætlan skuldi hendan FM kappingin havt verið á Norðoyastevnu fyri einum mánaði síðani, men vegna corona var kappingin tá avlýst. Fyriskipararnir í nýstovnaða felagnum Norðstrok vóru tí klárir og høvdu brúkt løtuna at fáa tiltakið enn betri skipað. Veðrið var av tí besta, vágin full í svimjarum og áskoðarum, og tónleikur og veitsluhýrur merkti Klaksvíkina, tá ið startskotið ljóðaði.

Kappast var í tveimum teinum, olympiskum har svomið verður 1500 m, súkklað 40 km og runnið 10 km. Hetta varð FM kappingin. Ein styttri kapping var samstundis í Sprint teini sum er hálvur teinur av olympiskum.

Í olympiska teininum varð kappingin tøtt, og tað var skiftandi hvør lá á odda. Í svimjingini legði Jóan Petur Joensen seg beint á odda og kom fyrstur úr sjónum. Á súkkluni legði Andrass Joensen seg síðani framum og at enda rann Jákup Petur Eliassen skjótast og koma fyrstur á mál. Skiftiøkið var beint samlað við málið, og íðkararnir komu talríkar ferðir framvið málinum har áskoðarar róptu og fjappaðust. Rigmor Napoleonsdóttir Arge var einasta kvinna, ið luttók á olympiska teininum, men noyddist at steðga aftaná súkklingina. Endaliga úrslitið gjørdist:

  1. Jákup Petur Eliassen, Føroya Triathlonfelag, 2:15:03
  2. Andrass Joensen, Føroya Triathlonfelag, 2:16:45
  3.  Jóan Petur Joensen, Norðstrok, 2:23:27

Á styttra sprint teininum var Gunnar Dahl-Olsen skjótastur og var væl fremst tá ið komið var til renningina. Peter Jensen var honum næstur, og fitt av spenningin stóðst, tá ið Peter fór av súkkluni og skuldi renna, tí Peter er skjótur rennari. Hóast hann rann 5 km á 17.31, náddi hann tó ikki at heinta Gunnar sum koma á mál góðan hálvan triðja minutt áðrenn. Evald Rasmussen varð triði maður, ið fór at renna. Tað var heilt tætt millum hann og Flóvin Eidesgaard, men tá ið Evald slakkaði av við málið aftaná fyrsta túrin runt í renningini, streyk Flóvin framvið. Teir skuldu renna tvær ferðir. Har var einki at gera og Flóvin kom á mál sum triði maður.

  1. Gunnar Dahl-Olsen, Føroya Triathlonfelag, 1:13:51
  2. Peter Jensen, Føroya Triathlonfelag, 1:16:13
  3. Flóvin Eidesgaard, Føroya Triathlonfelag, 1:30:56

Hjá kvinnum luttóku tvær kvinnur í styttra sprint teininum. Anida Johannesen var kvikast úr vatninum og økti støðugt um munin til Nikolinu Thorleifsson, sum luttók í fyrstu triathlon kapping sínum við einum flottum avriki. Nikolina luttók ikki bara fyrstu ferð, men saman við Torleif Thorleifsson, umboðaðu tey felagið Troy í fyrstu triathlon kapping felagsins, eins og luttakarar úr Norðstrok umboðaðu felagði fyri fyrstu ferð. Ein rimmar dagur í Klaksvík.

  1. Anida Johannesen, Føroya Triathlonfelag, 1:40:12
  2. Nikolina Thorleifsson, Troy, 1:55:50

Sersambandið fyri Súkkling og Triathlon fer at takka Norðstrok fyri eina væl skipaða kapping og Klakvsíkar Kommunu fyri gott samstarv.

Øll úrslit síggjast á webscorer: https://www.webscorer.com/race?raceid=247174

Myndir hevur Oskar Wilk tikið.