Úrslit og myndir frá FM í triathlon á sprintteini 2022

Tætt hjá monnum

Stutt var millum mannligu triathlon íðkararnar á sprint teininum. Svimjingin varð skipað inni í svimjihøllini Gundadali, har svimjaraarnir svumu 750 m. Síðani varð súkklað millum rundkoyringarnar á Hálsi, við Skansan og við Føroya Tele. Renningin var á lendisgøtum á fløtuni við Skógrøkt, har málið eisini var. Kappingin varð skipað uttan drafting, sum merkir, at tú á súkkluni ikki sleppur at ligga í skjóli aftanfyri ein annan súkklarar. Tí var loyvt við triathlon súkklum við boylum sum súkklarin kann liggja niður á.

Í svimjingini var stutt millum Magna Jóhansson Hansen (Norðstrok) og Bergtór Tórsteinsson (Norðstrok). Báðir svumu teinin við bara 2s á muni, men Bergtór brúkti eina løtu longri um at skifta. Tí vóru fá sekund millum teir, tá teir fóru á súkkluna. Í súkklingini heintaði Bergtór 4 sekund á Magna aftur, og tí stóð á jøvnum tá teir báðir fóru undir renningina. Magni setti tó ferð á og fór skjótt undan. Bergtór helt góðari ferð eisini, og tá avtornaði var Magni 3:42 min skjótari enn Bergtór og gjørdist føroyameistari í 2022. Aftanfyri hesar báðar stóðst ein eins tættur dystur um triðja plássið, har Gunnar Dahl-Olsen (Tórshavnar Súkklu- og Triathlonfelag) og Erik Neshamar (Tórshavnar Súkklu- og Triathlonfelag) í tøttum dysti skiftust um at føra. Fyrst var Erik 20 sekund skjótari enn Gunnar at svimja. Síðani var væl skjótari at skifta og at súkkla. Tá báðir fóru at renna, var Gunnar 1:45 min framman fyri Erik. Men Erik vildi tað øðrvísi og setti ferð á renningina. Fyri hvørt umfar skar hann av muninum, og í einum endaspurti fór hann framum við so lítlum muni sum tilber, ein tíggjundapart av einum sekundi, og gjørdist triðskjótastur í ársins FM kapping í sprint triathlon hjá monnum.

Kappingin hjá kvinnum

Tað vóru tvær kvinnur, ið dystaðust um føroyameistaraheitið. Adel Gyepes (Tórshavnar Súkklu- og Triathlonfelag) legði undan í svimjingini, har hon var 2.25 min skjótari enn Anida Johannesen (Tórshavnar Súkklu- og Triathlonfelag). Á súkkluni helt Adel eisini undan og økti aftur við 2.11 min. Tá tær fóru at renna, átti Adel aftur yvirskot at økja ferðina soleiðis at hon rann 3.55 min skjótari enn Anida og kom samanlagt á mál 9.11 min fremst. Óføra flott kappast. Tá ið hædd verður tikin fyri, at 30 ár er millum kvinnurnar báðar, má Anida fáa rós og heiður uppibornan fyri flotta avrikið øðrum plássi í føroyameistarakappingini.

Úrslit

Úrslitini frá kappingini síggjast á úrslitasavni sambandsins á webscorer á hesu leinkju:

http://www.webscorer.com/race?raceid=288752