Troy er heitið á felagnum á Skálafjørðinum

Súkklu- og triathlonfelagið, ið varð stovnað á Skálafjørðinum, hevur nú fingið navn. Stigtakararnir til felagið lýstu eina navnakapping og vinnandi navnið var mánadagin kunngjørt og heiðrað.
Tað komu nógv góð uppskot inn, tað fegnast vit um. Rúna Wenningsted Hansen búsitandi í Vági, átti vinnandi uppskotið. Hon skrivar stutt í sína frágreiðing til navnið: Felagið Troy – Triatlon/Eysturoy.
Stigtakararnir meta, at hetta navnið er stutt, sigandi og annarleiðis, og valdu tí, at okkara felag skal kallast Troy. Leggjast skal aftrat at Oy endingin er rættuliga eysturoyarsligt, og gevur hetta navninum eyka tyngd, og um ein skal royna nakað nýtt, og sigur tað við eysturoyadialekt á Enskum – hvat sigur man so? Troy.
Sersambandið fyri Súkkling og Triathlon ynskir Troy hjartaliga tillukku og vælkomnum sum felag í sambandið.