Magni gjørdist FM vinnari á Sprint teininum
Sersambandið fyri Súkkling og Triathlon skipaði fyri fyrstu FM kapping í ár. Tað var í Triathlon, og teinurin 2. Hvítusunnudag var tann sokallaði Sprint Triathlon teinurin.
Tá kappast verður á hesum teini skal athleturin fyrst svimja 750 metrar, síðan súkkla 20 km, og at enda renna 5 kilometrar.
Havnin var karmur um kappingina. Svomið bleiv í Svimjihøllini í Gundadali, og súkklað var eftir Eystara Ringvegi, eftir Strond, til Skansan, eftir Havnargøtu, og so bleiv vent um Essabarr. Leiðin gekk so sama veg niðan aftur til rundkoyringina við R. C. Effersøes Gøtu.
Hesin teinur er smáar 7 kilometrar, og skuldi teinurin tí súkklast tríggjar ferð.
Skiftið til renning, sokallaða T2, var á økinum kring svimjihøllina. Hjálmur og súkklað bleiv “parkerað”, og so var farið í renniskógvarnar. Nú skuldu íðkararnir renna fimm kilometrar, og leiðin gekk aftur eftir Eystara Ringvegi, eftir Strond, og síðan niðan gjøgnum miðbýin. Niðan í Gundadal, framvið Effostøðini og síðan niðan longu trappurnar við Tórsvøll. Málið var standmyndin av svimjarinum.
Tað sum sermerkti kappingina mánadagin var, at tað í súkklingini var loyvi at “drafta”, at koyra saman í bólki. Nú var luttakaratalið ikki methøgt, men súkklarar koyrdu saman, og royndu sostatt at hjálpa hvør øðrum at heinta súkklararnar frammanfyri, ella at koyra undan teimum, ið lógvu plaseringar aftanfyri.
Onkur fekk ágóða av hesum, onkur ikki.
Magni endurvann FM heitið
Tríggir av luttakarunum 2. Hvítusunnudag vóru potientieller vinnarar til kappingina. Hesir vóru Bergtór Thorsteinsson, Andrass Joensen, og Magni Hansen. Allir sera væl fyri. Bergtór er skjótastur í hylinum, meðan Magni rennur sum ein annar kenyanari. Styrkin hjá the grand old man innan Triathlon, Andrass Joensen er, at hann hevur eina javna og høga ferð í øllum trimum greinunum. Ótroyttuligur er hann eisini. Haraftrat er kappingarárið júst byrjað, og tá hesir athletarnir ikki hava kappast móti hvør øðrum síðan í fjør, ja so var torført at tippa hvør gjørdist vinnari, og føroyameistari 2024.
Efirsum at tað var Magni sum gjørdist FM vinnari í 2023, so var freistandi at tippa hann sum favoritt. So bleiv. Magni endurvann meistaraheitið, og sigurin var tryggur. Magni vann við tíðini 1 tíma 4 minuttir og 59 sekund. Nummar tvey gjørdist Bergtór Thorsteinsson. Bergtór kom á mál góðar tríggjar minuttir eftir Magna. Bergtór brúkti 1 tíma 8 minuttir og 9 sekund um at svimja 750 metrar, súkkla 20 km, og renna 5 km.
Spenningur um silvurið
Tað var tætt millum nummar tvey og trý. Spenningurin øktist sum tíðin leið. Meðan Magni og Bergtór súkklaðu teinin saman, so stríddist Andrass einsamallur á súkkluni. So væl gekk, at hóast tveir mans frammanfyri, sum minkaði Andrass um munin, og var hann tann, ið koyrdi teir 20 km skjóast.
Bergtór var tann fyrri í renniskógvarnar. Andrass aftaná. Spenningurin øktist.
Bergtór var, sum áður nevnt, skjótastur í hylinum. Í renningini átti Andrass munin. Munurin minkaði alsamt, men Bergtór rann alt tað hann átti. Ikki fyri at fáa Magna aftur, men fyri at Andrass ikki skuldi vinna silvurið. Tað styttist á mál, og munurin minkaði fyri hvønn kilometur.
Tá teir byrjaðu renningina vóru tveir minuttir millum teir. Tá Bergtór fóru um málstrikuna vóru bert sekundir millum teir. 19 sekund, og sum sagt, spenningur til síðsta sekund.
FM á TRI OL teininum verður í septembur.
Úrslitið frá FM í Sprint Triathlon eru undir úrslit