Kunnandi fundur
Sersambandið fyri Súkkling og Triathlon skipar leygardagin 8. januar kl. 16-17 fyri kunningarfundi um landsliðsarbeiði í 2022. Fundurin er ætlaður øllum áhugaðum súkklarum og triathletum og endamálið er at savna ein virkandi bruttohóp.
- Hvat er bruttolandsliðið?
- Mál fyri landslið 2022 og 2023 – har ímillum Oyggjaleikir á Guernsey
- Landsliðsvenjingar, testir og kappingar
- Samskipan millum feløg og landslið
Tilmelding til fundin er umvegis feløgini. Áhugaðir íðkarar verða bidnir um at boða felagi sínum frá seinast hósdagin 6. januar. Vegna koronastøðuna verður fundurin talgildur og leinkja til videofund verður send øllum tilmeldaðum.

Øll áhugað kunnu luttaka á fundinum, bæði íðkarar og venjarar. Vit skapa landsliðið í felag.