Súsanna Skylv Sørensen megnaði at koyra seg fram til eitt silvur heiðursmerki í tíðarsúkklingini á Oyggjaleikunum á Orkney.
Súsanna kom á mál við tíðini 56:49.8 min. Vinnarin, Olivia Lett av Gibraltar nýtti 55:29.6 minuttir, og Nicola Valarino á triðjaplássinum, somuleiðis av Gibraltar, hevði 57:28.2 min.
Í samrøðu við Kringvarp Føroya segði Súsanna, at umstøðurnar at súkkla ikki vóru tær bestu, tá kvinnurnar kappaðust í einkultstarti mánadagin.
“Asfaltið var vánaligt, og tað var nógvur vindur”, segði Súsanna Skylv, sum var einasta føroyska kvinnan í kappingini.
Súsanna var sum vera man fegin um heiðursmerkið.
“Nú fari eg at hvíla meg væl og fyrireika meg til, at eg skal kappast aftur mikudagin.”

mynd: Gibraltar Chronicle
Súsanna er annars eitt av teimum ítróttafólkunum, sum hevur evni til fleiri ítróttagreinir. Á leikunum á Gibraltar 2019 luttók hon í súkkling og triathlon, og vann hon tá gull í triathlon.
Á leikunum á Bermuda í 2013 vann Súsanna bronsu í tíðarsúkklingini.
Í 2009 vann Súsanna silvur í 10.000 m renning í Álandi. Og á Rodos í 2007 vann hon silvur í liðkappingini í triathlon saman við Joan Bláfoss og Onnu Karinu Ottosen.
Samrøðan við Kringvarpið er at finna á hesi slóð:
https://kvf.fo/netvarp/sv/2025/07/14/susanna-sukkladi-seg-til-silvur
Og øll úrslitini frá tíðarkoyringini hjá kvinnum eru at finna niðanfyri.