Súsanna aftur silvur í vegasúkkling

Í dag kappaðust føroysku súkklararnir í vegakoyring, eisini nevnt road race.

Súsanna Skylv Sørensen skuldi royna at endurtaka góða úrslitið frá tíðarkoyringini mánadagin. Og Niklas Hallgren Niclassen og Pauli Poulsen skuldi royna seg í einum sterkum felti.

Tað eydnaðist Súsonnu Skylv Sørensen at endurtaka bragdið frá mánadegnum. Aftur hesaferð vann hon silvur.

Súsanna fegnast um silvurheiðursmerkið. (Mynd: Jákup Petur Eliassen)

Súsanna kom næst á mál í einum bólki av fýra súkklarum, sum finnu somu tíð, 1:35:45. Tær vóru:
1. Pippa Inderwick, Guernsey
2. Súsanna Skylv Sørensen, Føroyar
3. Olivia Lett Gibraltar
4. Hannah Kennedy, Guernsey

Súsanna kemur næst á mál (Mynd: bbc.com)

All úrslitin hjá kvinnum eru at finna niðanfyri:

Hjá monnum fóru heiðursmerkini til Tom Huelin, Jersey, Roberto Ledesma Estevez, Menorca, og Tyler Hannay, Isle of Man. Teir vóru í einum bólki við 11 súkklarum, sum komu á mál í senn.

Niklas kom á mál sum nummar 31, og Pauli sum nummar 37.

Pauli og Niklas á startinum. (Mynd: Jákup Petur Eliassen)

Fríggjadagin skulu tey trý royna seg í býarkoyring.