Starvsfólk til Sersambandið fyri Súkkling og Triathlon

Sersambandið fyri Súkkling og Triathlon (SST) søkir eftir starvsfólki at standa fyri dagliga virkseminum.

Um teg

Vit vænta, at tú ert ágrýtin og savnandi. At tú dámar væl at arbeiða sjálvstøðugt og at hava greiðu á fleiri uppgávum í senn.

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur innlit í súkkling og triathlon, men hetta er ikki eitt krav. Størri týdning hevur tað, at tú hevur áræði og vil verða við til at menna súkkling og triathlon í Føroyum

Um starvið

Uppgávurnar eru bæði á skrivstovuni og praktiskar úti av húsinum, eitt nú í sambandi við kappingar. Tí kann nakað av arbeiðinum liggja uttan fyri vanligar arbeiðstíðir.

Tú hevur beinleiðis tilvísing til formannin í SST.

Skrivstovan er í ÍSF húsinum í Havn, tað er eisini møguligt at arbeiða heima.

Títt arbeiði fevnir um

  • Dagliga fyrisiting
  • Samskifti við feløg í Føroyum, altjóða og føroysk-sambond, og mynduleikar her heima
  • Toghaldari á okkara heimligu kappingum
  • Samskipan av landsliðsvirksemi og skeiðsvirksemi
  • Ábyrgd av SoMe og heimasíðuni

Setanarviðurskifti

At byrja við er arbeiðstíðin hálvan tíð.

Starvið verður lønt eftir avtalu.

Meira at vita

Vilt tú vita meira um starvið, er tú vælkomin at seta teg í samband við Lenu Hallgren, sst@sst.fo , tlf 216420

Umsókn, cv og viðkomandi skjøl skulu sendast til sst@sst.fo í seinasta lagi 6.nov. 2023 kl. 12.00

Starvið verður sett skjótast gjørligt, men vit bíða fegin eftir rætta umsøkjaranum.