SST hevði arbeiðsfund við limafeløgini í sersambandinum

Mánakvøldið 22. mars 2021 hevði Sersambandið fyri Súkkling og Triathlon boðið nevndunum í øllum limafeløgunum á arbeiðsfund at umrøða mál og arbeiðsleistir.

Tað eru trý feløg í sersambandinum. Fyrstu feløgini at stovna sersamsambandið vóru Tórshavnar Súkklufelag og Føroya Tritahlonfelag og síðani legðist Fjallasúkklufelagið afturat. Eitt súkklufelag hevur eisini verið á Sandi, men tað hevur verið áðrenn sersambandið var stovnað. Broytingar standa tó fyri framman og í gjár var eisini eitt umboð fyri nýtt felag sum hevur stovnandi aðalfund í næstum á Strondum í Eysturoynni. Tað er gleðiligt fyri súkklu og triathlon ítróttin.

Tað var eisini fyrsta evnið á skránni, hvussu feløgini samstarvast og mennast og hvussu sersambandið kann menna ítróttin saman við feløgunum. Sersambandið fyri Súkkling og Triathlon hevur gjørt broytingar og sett tvey fólk í starv, har Anna Sofía Zachariassen hevur tikið við sum umsitari og skrivari og Helgi Winther Olsen hevur tikið við sum mennari og samskipari. Harumframt er Kristian Martin Joensen eisini settur sum landsliðsvenjari í Triathlon. Møguleikarnir hjá sersambandinum eru tí munandi bøttir.

Fundurin loyvdi feløgum og starvsnevndini í sambandinum at seta orð á felagskós og leistir um venjing, kappingar og tiltøk, og gott kjak varð millum luttakararnar.