Innisúkkling veksur
Innisúkkling, ella esports cycling, sum tað kallast á enskum, gerst støðugt ein størri ítróttagrein. Nógv ilt kann sigast um corona, men helst hevur farsóttin eisini trýst á, at til dømis talgildar loysnir hava gjørt risafet seinastu árini. Soleiðis ber nú til at sita innandura eitt illveðurs kavakvøld í fjarskotnu Føroyum og súkkla kapp við fólki úr øllum heiminum.
26. mars verður HM í innisúkkling. Lat okkum viðmerkja, at vit kalla tað innisúkkling, tí at tað liggur nær at tí fólk kenna frá innirógving, hóast súkkling hevur nógvar aðrar súkklugreinir, ið kappast inni. Vit hava tó ikki møguleika at súkkla annars vælegnaðu banasúkklingina í Føroyum, so eina løtu afturat er ikki so nógv at blandað í millum, tá ið vit nýta heitið innisúkkling.
Royndarkapping á HM teininum var í kvøld
Mikukvøldið 9. februar skipaði danska súkklusambandið DCU fyri einum undantiltakið, har kappast var á HM teininum. Talgildið pallurin Zwift varð nýttur og og súkklarar vóru býttir í bólkar eftir styrki – tað verður gjørt eftir mátt tølum (W/kg). Føroyingarnir báðir Niklas Hallgren Niclassen og Helgi Winther Olsen luttóku í kappingini. Frá byrjan slapp Helgi avstað við teimum fremstu í bólkinum, men slepti og datt aftur til Niklas, sum lá í bólki beint aftanfyri saman við 4 donskum súkklarum. Teir báðir súkklaðu síðani saman, og slettu hinar úr bólkinum, inntil bara ein sat eftir við teimum. Tað var stuttligt at síggja føroyingarnar arbeiða saman og sum lið verja og leypa á. Komnir móti seinastu brekkunum eydnaðist Helga at sleppa undan lítla bólkinum og fáa eitt lítið hol til hinar báðar á mál. Helgi gjørdist nummar 11 í og Niklas nummar 13. Úrslitini eru ikki almenn enn, tí tey skulu góðkennast við dupultmátingum (bæði frá innivenjara og frá máttmátara sum váttan).
Á nógvar mátar líkt vanligari súkklukapping
Tað stuttliga er, at vit lýsa hetta sum um vit lýstu eina vanliga kapping á vegnum. Her er taktikkur, álop, sita við og onnur heiti vit vanliga nýta at lýsa súkkling. Tað er ikki at siga, at hetta er veruleikakent, tí ein situr á fastari súkklu á einum innivenjara og starir í ein skerm. Men, hetta er eitt annað slag av súkkling, har nógv kennist aftur. Tað er víst, at summi helst síggja gleði og hug í hesum, sum kanska ikki tíma út at súkkla hvørja ferð. Tá ið tað er avbjóðandi at súkkla í felagsskapi úti nú kavi liggur, er hetta eitt slag av felagsskapi.
Innisúkkling í Føroyum og møguleiki at luttaka í DM kappingum
Sersambandið fyri Súkkling og Triathlon mennir innisúkkling sum felagstiltøk, og vit fara í næstum at bjóða til føroysk tiltøk. Tað verður í stóran mun á talgilda pallinum RGT, sum hini norðurlendsku sambondini eisini brúka. Tað er ein nýggjari pallur sum gevur okkum góðar møguleikar at skipa tiltøk. Í mun til aðrar pallar, so noyðist brúkarin ikki at verða galdandi limur.
Tað stendur okkum í boði at luttaka í DM kappingunum í innisúkkling. Tað er skipað soleiðis, at har eru tríggjar undankappingar har til ber at kvalifisera seg, og so er DM kappingin 13. mars. Kvalifikatiónskappingarnar liggja soleiðis:
- Hósdag 10. februar
- Mikudag 23. februar
- Mánadag 28. februar
Tað er sjálvandi ynski, at vit luttaka fyri Føroyar og við føroyskum flaggi. Tað krevur at vit hava altjóða limaskap ella atlimaskap, tí hesar kappingar krevja innisúkkling lisens. SST arbeiðir við at loysa hetta, men helst er ikki klárt til 10. februar. Vit royna at hava tað klárt til tvær tær seinnu kappingarnar.
Har eru eisini onnur krøv til bæði innivenjara og eykaútgerð sum máttamátara á súkkluni, um tú vilt gera teg galdandi um meistaraheiti. Hetta verður lýst í næstum fyri Føroyar og tú kanst forvitnast hjá DCU her:
https://www.cyklingdanmark.dk/klubmedlems-nyheder/vis-nyhed/article/elite-dm-2022-e-cykling/
https://www.sportstiming.dk/event/10211
Spurningar og kunning
Hevur tú sum súkklari spurningar til eitthvørt hesum viðvíkjandi, so send okkum ein teldupost við spurningum á sst@sst.fo. Ein kunningarsíða um innisúkkling verður á heimasíðu okkara.
Nærri verður at frætta um føroysku innisúkkling tiltøkini í næstum.