Navnakapping um heiti á nýggjum felagi á Skálafjørðinum

Herfyri varð eitt ítróttarfelag stovnað á Strondum, ið fer at skipa triathlon og súkkling á Skálafjørðinum. Stigtakararnir til felagið lýsa á facebook vanga sínum, at nú er navnakapping um heitið til felagið.

Tað er ikki hvønn dag, at ein hevur møguleika at hava so stóra ávirkan á føroyska súkkling og triathlon, so hevur tú eitt gott uppskot, er um at hjálpa felagnum.