Sunnudagin 19. desembur var útsetta FM kappingin í fjallasúkkling á stuttteini hildin. Kappingin varð skipað á økinum við Eirargarð á rutu sum hevur verið nýtt fleiri ferðir til stuttteinakappingina.
Ársins vinnarar í kappingini gjørdust Maria Svabo Hansen og Helgi Winther Olsen. Maria var einsamøll at kappast hjá kvinnunum og hjá monnum gjørdist Hilmar Hansen næstur og Jákup Petur Eliassen triði súkklari á mál.
Úrslitini síggjast á webscorer við at trýsta her.


