
Kunningarfundur um landsliðini í súkkling og triathlon
Kunningarfundur verður í ÍSF-húsinum mánakvøldið 21. september, kl. 1900, um landsliðini í triathlon, fjallasúkkling og vegasúkkling.
Landsliðsvenjarnir fara at leggja fram úttøkukrøvini, kappingar- og venjingarætlan fram til OyL 2021, umframt ætlanirnar fyri framtíðar landsliðsarbeiði.
Vit vilja heita á øll, bæði kvinnur og menn, sum hava ætlan um at gerast partur av landsliðshópinum at møta upp – eisini um tú ikki hevur verið við á landsliðunum áður.
Okkurt verður til matna, so tit mugu gjarna boða frá luttøku á sst@sst.fo.
Møtið fjølment.
vinaliga
Starvsnevndin í SST