ÍTRÓTTATING leygardagin 21. mai 2022

Alment tiltak fyri øll sambond, feløg, venjarar og onnur áugaði

 

Børnini, breiddin og tey bestu 

– kynstrið at skapa breiðar felagsskapir og rørsluføri alt lívið.

 

Nær og hvar: Leygardagin 21. mai kl. 13.00-15.00 á Hotel Hafnia.

 

Á aðalfundinum hjá ÍSF leggur ítróttasambandið fram nýggja langtíðarætlan fyri føroyskan ítrótt. Henda ætlan inniheldur m.a. tilmæli um, hvussu ítróttafelagsskapir í Føroyum kunnu arbeiða við breiddini, og nær úrvalsvenjing kann byrja. Í tilmælinum verður heitt á øll sambond og ítróttafeløg, at geva børnum og ungum møguleika at venja nógvar ítróttagreinar so leingi sum gjørligt.

 

Á almenna tiltakinum verða faklig upplegg og umboð frá sambondum. Vit fáa fakligar grundgevingar og viðkomandi prát um, hvussu vit í felag íverkseta hesi tilmæli í ítróttafelagsskapum kring landið.

 

Skrá:

 

  1. “Fjølbroyttar ítróttarroyndir skapa trivna, motivatión og heiðursmerki”

Magni Mohr, Ph.d., dekanur, professari í arbeiðs- og ítróttarfysiologi:

Um týdningin av at venja breitt – bæði fyri at náa toppinum og fyri at fáa eitt langt lív í ítróttinum.

 

  1. “Toppurin er bara toppurin av ísfjallinum”

Magnus Johansson, UEFA – Tutor, spælara- og venjaravegleiðari hjá norska fótbóltssambandinum:

Um venjingarumhvørvið frá barna til ungdómsár og um potentiali í teimum, sum verða vald frá.

 

  1. Umboð frá Hondbóltssambandinum, Fótbóltsambandinum og Róðrasambandinum greiða frá teirra arbeiði við at menna eitt umhvørvi fyri framtíðar íðkarar.

 

  1. Opið prát um, hvussu vit í felag íverkseta tilmæli hjá ÍSF úti millum sambond og feløg kring landið.