InnilLiga 2 útsett vegna nýggjan kappingarleist í RGT

Talgildið pallurin RGT, ið vit nýta til at skipa innisúkkling tiltøk, gjørdi eina størri broyting í hvussu skipanin riggar. Tað hevur við sær, at vit noyðast at royna ymiskar loysnir, fyri at finna ein leist fyri, hvussu vit skipa tiltøkini.

Í stuttum er broytingin, at súkklarar nú sjálvir skulu stýra, hvussu tykissúkklarin (virtuelli súkklarin) rørir seg í feltinum. Áðrenn hendi hetta automatiskt. Nú skal ein við t.d. at nýta fartelefonina sum fjarstýring venda tann vegin ein ynskir at fara, um ein vil yvirhála ein annan súkklara.

Inntil vit eru heilt vís í, at vit klára at skipa hetta væl, útseta vit InniLiga. Vit vænta at hava funnið góðar loysnir tær næstu vikurnar, so tað verður ikki útsett so leingi. Møguliga verður FM eisini flutt eitt sindur. Vit kunna nærri um hetta í næstum.