Um tað er tilvild ella tilvit, er okkum ikki greitt, men í hesum døgum kappast føroyskir rógvarar í HM kappingini í innirógving – samstundis sum HM er í innisúkkling. Í dag fríggjadag vóru ikki færri ein tveir føroyskir heimsmeistarar, tá ið Vár Guriardóttir Hansen (W23) og Sarita Kristina Hansen (LW30) vunnu sínar bólkar í 500 m rógving – ómetaliga flott úrslit og eitt hjartans til lukku frá súkklu- og triathlon ítróttunum til føroysku rógvararnar.
Leygardagin 26. februar kappast rógvararnir síðani um heimsmeistaraheitið í 2000 m róðri. Samstundis leita bestu súkklararnir í heiminum sær á innisúkkluna at kappast um heimsmeistaraheitið í innisúkkling. Hetta er enn rættiliga forvitnisligt, tí tað er bara triðju ferð, at hetta verður skipað.
Enn mangla vit at gera rógvarunum kynstrið eftir, við føroyskum súkklarum millum heimsins bestu innisúkklarar. Men, tá ið føroysku rógvararnir kunnu, ber tað so eisini til hjá okkum? Fyrsti heimsmeistari í innisúkkling var ein olympiskur rógvari. Eru slíkir ítróttir kanska nakað, ið liggur væl fyri hjá føroyingum og kunnu vit í felag menna okkum innan hesar greinar?
Ikki tí, mikudagsrally og hugni í góðum felagsskapi er eisini eitt mál í sjálvum sær. Tað eru nógvir føroyskir felagsskapir í súkkla saman á talgildum pallum, og Sersambandið fyri Súkkling og Triathlon arbeiðir við at menna ein kappingarpall. Ljós er fyri framman.
Ynskir tú at fyljga heimsmeistarakappingini í innisúkkling, kanst tú fyljga tí á leinkjunum niðanfyri. Tað verður víst beinleiðis á seinnu leinkjuni.
https://www.uci.org/race-hub/2022-cycling-esports-world-championships/18AQaxfxPSk4BZKvmJlYvR