Føroyingar til EM í Danmark

Sunnudagin 27. juni 2021 kappaðust nakrir av okkara bestu triathletum í hálvum ironmain (IM) í Danmark. Hálvur IM er 1,9 km. svimjing, 90 km. súkkling og 21,1 km. renning. Kappingin, sum varð hildin í Helsingør í Danmark, var samstundis europeiski meistaraskapurin á hesum teininum.

Bæði Andrass Joensen og Jákup Petur Eliassen hava kappast fleiri ferðir á hesum teininum, men tað er ein løta síðani, teir seinast hava kappast á hesum teininum uttanlands, av tí at ein ávís pandemi hevur avlýst og útsett flest allar kappingar. At tað var langt síðani seinast, var tó ikki nøkur forðing hjá teimum báðum (kanska var tað ein fyrimunur?), tí báðir tveir fingu sera góð úrslit og góðar tíðir.

Andrass Joensen gjørdi ikki minni enn at vinna sín aldursbólk og gjørdist sostatt europameistari í AG 55-59! Ikki eiti á bragd, og vit í SST ynskja Andrassi tillukku við úrslitinum. Andrass brúkti samanlagt 4:32:20 uppá tær 3 greinarnar. Hann svam teir 1,9 km uppá 31:35, súkklaði uppá 2:15:32 (tað gevur 39.85 km/t í miðal) og rann uppá 1:38:05.

Jákup Petur gjørdist nr. 11 í sínum aldursbólki, ið er AG 40-44, sum er ein av harðastu aldursbólkunum at kappast í. Jákup Petur hevði eina samanlagda tíð uppá 4:26:08. Hann svam teinin uppá 33:07, súkklaði uppá 2:16:05 (39.7 km/t í miðal) og rann uppá 1:30:50.