Føroyaleikir endaðu í undanbrekku á fjallasúkkluni

Fjallasúkklingin byrjaði føroyaleikirnar í súkkling og triathlon og endaðu teir eisini. Á síðsta degnum kappaðust súkklarar í Undanbrekku. Ein kappingargrein í fjallasúkklingini, har súkklarar brynja seg væl, súkklurnar hava stórar fjarðar og grov dekk, og har kappast verður um, hvør er skjótast oman gjøgnum eina breyt, sum bara hevur undanbrekku.

Luttakarar skuldu súkkla tvær ferðir og tíðirnar fyri bæði umfør vórðu síðani lagdar saman. Bæði vaksin og ung kappaðust.

Hjá vaksnum var tøtt kapping millum tríggjar teir fremstu og bara 7 sekund vóru á muni aftaná tvey umfør. Uni Vitalis, sum hevur staðið seg væl í føroyskum og útlendskum undanbrekku kappingum vísti sínar dygdir og hevði dagsins skjótastu tíðir. Næstur honum var ikki óvæntað Tummas Óli Erlingsson Olsen, sum eisini er undanbrekku súkklari burturav. Dagsins yvirraskilsi var Herfinn Thomassen, sum í hølunum á Tummas Óla skundaði sær oman gjøgnum breytina á mál við triðskjótastu tíð. Onnur roynd hjá Herfinni var bara 0,3 s seinni enn hjá Tummas Óla.

Tað var eisini tætt millum báðar unglingarnar, sum kappaðust. So at siga eingin munur og báðir vóru so kvikir, at teir í samlaðu kappingini eisini gjørdust nummar 4 og 5. Tað sæst aftur, at arbeitt verður við umstøðum til fjallasúkklingina og at ung halda sær framat og stuttleika sær á súkklunum. Ári Rúnason átti í dag munin, og var beint skjótari enn Páll Øssur Hoydal Rein. Stuttligt var at síggja hvussu teir kíta seg á súkkluni.

Úrslitini síggjast her: https://www.webscorer.com/race?raceid=247424

Breytin er ein serbygd fjallasúkklubreyt sum Fjallasúkklufelagið hevur tikið stig til og bygt og eftir ætlan skal gerast karmur um oyggjaleikir og fjallasúkkluítróttinum í Tórshavn. Tað verðu áhugavert at fylgja menningini í fjallasúkklingini.

Myndirnar hevur Oskar Wilk tikið