FM kappingarnar í fjallasúkkling vóru í vikuskiftinum

Í vikuskiftinum vóru tvær FM fjallasúkklukappingar dag um dag. Tað vóru tær báðar skjótastu greinarnar í cross country fjallasúkkling, stuttteinur og olympiskur teinur, ið vóru á skrá.

Stuttteinur

Í fyrru kappingini fríggjakvøldið varð súkklað á einum stuttum teini í økinum kring Eirargarð. Í teir 30 minuttirnir kappingin varir, verður súkklað í fullari ferð frá byrjan til endað. Teinurin er ikki ov torførur við tekniskum avbjóðingum, men tó so, at dugnaligir fjallasúkklarar hava onkran fyrimun. Tað er tó helst tann ið er áræsin, snildur og traðkar mest, ið sigrar.

Kappingin brast eisini avstað, og Hilmar Hansen, legði hart fyri og stakk undan. Helgi Wnther Olsen fylgdi honum á baki, og fekk í fyrstu mótbrekku fatur í Hilmari og eydnaðist at sleppa framvið fara undan. Síðani økti Helgi stútt munin til Hilmar á øðrum plássi. Hálvan vegin í kappingin noyddist Hilmar tó at steðga vegna brek á súkkluni, og tá gjørdist av nýggjum spenningur um fremstu plássini. Gunnar Dahl-Olsen fór frá triðja til annað pláss og helt góða frástøðu aftur til tríggir jagstrandi súkklarar. Ken Nolsøe, Niklas Hallgren Niclassen (U23) og Andrass Joensen lógu lið um lið inntil allar seinastu løtuna, tá ið Andrass slapp undan hinum báðum.

  1. Helgi Winther Olsen
  2. Gunnar Dahl-Olsen
  3. Andrass Joensen

https://www.webscorer.com/race?raceid=279534

Olympiskur teinur

Í seinnu kappingini leygardagin, varð skrúvað upp fyri teknisku avbjóðingunum og longdini á teininum. Drúgvar mótbrekkur og avbjóðandi undanbrekkur, grót, grús og hagi. Skal ein gera seg galdandi, skal ein bæði duga at plúmma og hoppa og sanniliga eisini orka at traðka. Kappingin er í 90 minuttir og ferðin er ikki nógv seinni enn í stuttkappingini.

Helgi Winther Olsen legði undan frá fyrsta brúksli og økti munin gjøgnum alla kappingina. At enda vann hann sannførandi við smáum 14 minuttum. Hilmar Hansen lat heldur ongan iva vera um annaðplássið. Stútt økti hann munin til Ken Nolsøe og Niklas Hallgren Niclassen (U23), ið stríddust um síðsta heiðursmerki aftanfyri hann. Tað var her mest spennandi dysturin stóð. Niklas var skjótari niðaneftir og Ken skjótari omaneftir. Hvørt umfar skiftust teir um at liggja framman, inntil á 4. og næstsíðsta umfarið, tá Niklas setti á í longstu mótbrekkuni slapp undan Ken, sum tá ikki megnaði at svara aftur. Niklas økti síðani munin og helt trygt á mál á einum triðja plássi.

Úrslitini síggast her:

https://www.webscorer.com/race?raceid=279676