Gevið gætur, kappingin flutt til sunnudag
FM kappingin í vegasúkkling er sum kunnað flutt til sunnudagin 19. juni og kappingin byrjar í Skálavík kl. 13.00 aftaná kirkjutíð.
Flutningur til Skálavíkar
Nakrar broytingar eru við flutninginum í roynd at trimma tiltakið nú tað er sunnudag. Soleiðis verður farið við Teistanum av Gomlurætt kl. 11.15. Verið í góðari tíð so vit fyljgast umborð. Tit taka súkkluna við umborð og seta hana har tað verður tilvíst. Lena Hallgren tekur stendur fyri tykkum og tekur sær av gjaldi umborð. Í Skopun lata tit súkklurnar í ein vøruvogn og fara sjálvi í bussin, ið stendur fyri okkum.
Innskriving og fyrireiking til start
Komin til Skálavíkar er ein løta til at skriva inn (um tað ikki verður umborð á Teistanum ella í bussinum) og vit gera klárt til at byrja kappingina kl. 13.00.
Kappingarteinur og kappingartíð
Kappingarteinurin er óbroyttur í mun til upprunaliga lýsing. Fyri at tryggja at vit náa bátin heim, er ein avmarking hjá teimum, ið súkkla langa teinin við Húsavík, Seinasta freist at fara til Húsavíkar og Dals á øðrum umfari er kl. 16.30 (3,5 tímar frá byrjan). Er klokkan meira enn tað, verður súkklað beinleiðis til Skálavíkar í staðin.
Hugnahald og fráferð úr Skálavík
Eitt lítð hugnahald verður tá seinastu súkklarar koma á mál uml. 17.15 inntil kl. 18.00 tá vit fara við bussi úr Skálavík til Skopunar. Vøruvognar standa í Skálavík og tit vera biðin um at seta súkklurnar í bilarnar tá tit eru liðug at súkkla. Báturin fer úr Skopun kl. 18.35 og vit eru á Gomlurætt uml. kl. 19.00
Skrá
11.15 Báturin fer av Gomlurætt
12.00 Bussur fer úr Skopun til Skálavíkar
12.30 Innskriving til kappingina
12.50 Startuppróp
13.00 Kappingin byrjar
16.15 Fyrstu súkklarar á mál
17.15 Heiðursmerkjahandan og lætt hugnahald í Skálavík
18.00 Bussur fer úr Skálavík
18.35 Bátur fer úr Skopun
Haldið okkum til góðar, at tað hevur verið neyðugt at flutt tiltakið og at endamálið við at hava eina róliga og hugnaliga løtu í Skálavík saman ikki ber á mál. Vit fáa tað besta burturúr saman.