Tá ið Norðoyastevna vegna corona tilmæli varð avlýst hósdagin, gjørdist greitt, at FM í Triathlon eisini mátti avlýsast. Tað var ein dyggur smeitur, ikki minst fyri nýstovnaða felagið í Norðoyggjum, ið seinasta hálva árið hevur fyrireikað kappingina. Alt var klárt og bara forloysingin í at síggja íðkarar gleða seg í kapping stóð eftir. Men sjálvandi vóru boð frá corona tilmælinum fylgd, og í sameining við Klaksvíkar Kommunu, Róðrasamband Føroya og øll onnur, ið máttu avlýsa Norðoyastevnu, varð kappingin sjálvsagt avlýst.
Fyrireikingarnar fara tó ikki fyri einki. Á Føroyaleikum var ætlanin at halda eina triathlon kapping í olympiskum teini á Skálafjørðinum. Runavíkar Kommuna og Troy bjóðaðu at lata triathlon tiltakið verða í Klaksvík í staðin, og hendan vælvild merkir, at avlýsta FM verður flutt til Føroyaleikir 9. juli.
Sersambandið fyri Súkkling og Triathlon ynskir at takka Klaksvíkar Kommunu og súkklufelagnum í Norðoyggjum fyri at vilja arbeiða víðari við at fáa hetta at rigga, og ynskir somuleiðis at takka Runavíkar Kommunu og Troy fyri at stuðla undir at væl skipaða tiltakið í Klaksvík ikki fór fyri einki.
Allir tilmeldaðir íðkarar til FM kappingina 6. juni fáa teldupost við fráboðan um broytingina og vegleiðing í, hvussu tey kunnu melda til FM kappingina og Føroyaleikir. Nú kunnu vit so vóna, at støðan við corona gerst betri í Føroyum aftur, og at almennu tilmælini loyva okkum at halda kappingarnar á Føroyaleikum.